Tú skapti slíkt offarni og øsing, tá tú á løgtingsins røðarapalli kunngjørdi, at tú vildi atkvøða ímóti landsins lógum.
Tí er tað ein vánalig, óbrúkulig umbering, at koma við. At tú hevur smokt tær til Íslands, tá atkvøðast skuldi.
Tú hevur varamann í Norðurlandaráðnum og partamaður tin, stýrir tingarbeiðnum, so tit kundu, um viljin var har,
lagt atkvøðugreiðsluna so til rættis, at tú var á staðnum.
Í mínari verð, er alt annað undanstøkking.
Njót nú restina av túrinum , tú hevur uppá “landsins besta”. Og royn at minnast til. Eitt orð er eitt orð.Ein maður er ein maður.
Alt tað besta
Absalon í Buð




