Hann, ið hevur fylgt eitt sindur við útbyggingini og menningini av almennuferðslu ferðsluni her á landi, kann valla koma til annað, enn at vit her á mangan hátt nærum bert hava loyst akuttan tørv uttan at vit í veruleikanum miðvíst hava miðað eftir ávísum hægri máli í samferðslumálum.
Mikudagin var áhugavert orðaskifti í Útvarpinum um samferðsluspurningar. Ein av niðurstøðunum av hesum orðaskifti var, at tænastustøðið, tá ið talan er um tørvin hjá viðskiftafólki er alt ov vánaligt.
Ásmundur Guðjónsson, sum fyri tíðina býr í Svínoy, kom við einum stuttum, men sera viðkomandi innleggi, har hann reisti spurningin um 0 kostnað fyri eitt nú ferðafólk við Másanum. Ásmundur segði millum annað, at tá hann ferðaist við Másanum so var hann viðhvørt einsamallur og viðhvørt sjálvur sætti. Ella við øðrum orðum ein inntøka hjá Strandferðsluni úr 30 krónum til 180 krónur fyri túrin. Hesin peningur er óivað vorðin til 0,- krónur áðrenn hann er komin til Havnar. Í hvussu so er er lítið eftir um kostnaður av innkrevjing verður tikin við.
Nú vit hava fingið ein nýggjan tunnil til Vágarnar og harafturat helst standa fyri at fáa ein til Norðuroyggjar, áttu vit at sett okkum eitt hægri mál viðvíkjandi almennu samferðsluni ella um vit í heila tikið skulu hava nakra, útyvir skipini hjá Strandferðsluni.
Ídag hava fólk nógvar orsøkir fyri ikki at gera nýtslu av bussunum. Eitt nú á Lorvíkskaj er onki skýli til ferðafólkini, sum koma í land av strandfaraskipunum og vánaliga plánleggingin hjá bussunum ger, at tað mangan er so, at tú noyðist at bíða nakrar minuttir á ferjuleguni áðrenn bussurin kemur og tað er mangan ótespuligt í illveðri.
Lítið er at ivast í, at vit áttu at havt eina álítandi almenna samferðslu. Tí sum gongdin er nú, so kemur tað at kosta nógvar pengar at fara úr eitt nú Klaksvík, til Flogvøllin og aftur, og fyri ikki at tala um, um tú skalt til flogvøllin úr Svínoy, Fugloy ella Kalsoy. Hetta, ímeðan tú sleppur heilt úr Havn til Gjáar um tunnil og brúgv uttan at gjalda annað enn rakstur av egnum bili.
Tankin hjá Ásmundi er tí sera áhugaverdur við eini 0 loysn fyri skipini, eisini fyri Smyril. Um gjald yvirhøvur skal takast, so hevði kanska verið eitt gott hugskot at tikið gjald fyri stóru tunnlarnar, soleiðis at vit nærum øll vóru við til at gjalda fyri samkervið og almennu samferðsluna. Prísurin kundi tá verið settur soleiðis at tað veruliga gjørdi mun at brúka almenna ferðslu ístaðin fyri sum nú at nærum hvør føroyingur ferðast til og frá høvuðsstaðnum og flogvøllinum fyri stóran part, einsamallur í egnum bili.
Latið okkum fáa eitt aðalorðaskifti um framtíðar føroyskan samferðslubygnað.




