Ikki eru tey serliga djúp – lágtrýstini, sum fara fram við Føroyum í hesum døgum. Einki fer niður um 990hPa, men tó ávirka tey øll á sín hátt veðrið í Føroyum í vikuskiftinum.
Í stuttum eru tað tvey látrýst, sum leggja leiðina framvið í næstu dagarnar. Luftin, sum melur rundan um hesi, fer at geva okkum útsynning (í dag og í kvøld), landsynning (í morgin), landnyrðing og norðan (sunnudagin og mánadagin) – umframt ein góðan hátrýstrygg við góðum veðri í millum lágtrýstini.
Okkurt brúgvalag leggur leiðina framvið eisini. Seinnapartin í morgin er samanrunnið ætlandi yvir okkum við regni. Tað fer at liggja til út á kvøldið.
Sunnunátt og sunnumorgun verður sirm og/ella ælaveður, men seinnapartin regnar aftur, samstundis sum ættin fer upp í norðan.


