Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt sindur av hvørjum veðri

Hanus Kjølbro

Polarfronturin buktar seg úr Suðurgrønlandi og suður ímóti Biskayavíkini – og haðani eystureftir. Norðan fyri polarfrontin er kølin polarluft; sunnan fyri lýggjari luft úr tropunum.

Tað er eitt og sama lágtrýst, sum hevur staðið fyri veðrinum teir seinastu dagarnar. Tað hevur staðið í stað beint sunnan fyri Ísland í nakrar dagar, men seinasta døgnið hevur tað flutt seg í landsynning ímóti Norðurskotlandi.

Veðrið fer tí at broytast her í Føroyum, alt eftir hvussu lágtrýstið flytir seg.

Á middegi í dag var tað statt norðan fyri Skotland – tí hevur høg eysturaætt í Føroyum verið í dag. Í kvøld er miðjan komin miðskeiðis suður í Norðsjógvin, og ættin verður tá eystarhallur norðan.

Sum miðjan nærkast vesturlandinum í Norra, fer ættin í Føroyum at kvinkast upp ímóti norðuri – møguliga eitt vet vestur um norðan. Hetta verður ættin í morgin – til einaferð seint í annaðkvøld; tá fer at mala úr ymsum ættum.

Sunnumorgunin er landsynningurin aftur. Áðurnevnda lágtrýst er tá farið sín veg, og eitt annað er komið í tess stað. Sum sunnudagurin gongur, fer ættin at flyta seg fyrst upp í eystan, so landnyrðing og seinni norðan. Hetta verður væntandi á midnátt ella tíðliga mánanáttina.

Meiri ítøkiligt, so verður veðrið soleiðis hetta vikuskiftið, at tað sum er eftir av fríggjadegnum fer at vera sama veður sum nú: landnyrðingur ella landnyrðingur-norðan, 5 til 10 m/s, skýggjað og regn, men turrari í kvøld.

Í morgin – leygardagin – verður norðan ella vesturhallur-norðan, 5 til 10 m/s, skýggjað og sólglottar og turt. Seint seinnapartin minkandi niður í 2 til 7 m/s. Um kvøldið enn minni vindur úr ymsum ættum.

Sunnumorgun landsynningur, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Út á fyrrapartin vaksandi upp í 5 til 10 m/s av eystri. Nakað út á seinnapartin fer ættin upp ímóti landnyrðingi, og vindurin fer at veksa upp í 8 til 13 m/s. Um kvøldið er aftur norðan.

Hitin alt vikuskiftið ímillum 7 og 12 stig.

Gott vikuskifti.