Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt sindur meiri vindur í morgin

Hanus Kjølbro, Sjónám

Veðrið hevur verið gott í dag. Eitt fleyr ella lot úr ymsum ættum – minni enn 5 m/s. Yvirhøvur hevur verið turt í dag – onkur dropin tó komin niður í støðum, men ikki er talan um nakað serligt avfall.

Eitt lítið lágtrýst er eystan fyri okkum – og tað doyr burtur í nátt. So ávirkar tað ikki veðrið um okkara leiðir meira. Í staðin fer eitt lágtrýst í Grønlandsfjørðinum at breiða seg yvir okkum í morgin. Vindurin í morgin fer tí at vera eitt sindur meiri enn í dag – upp í hvassan vind, 15 m/s, úr landssynningi.

Tað fer at vera skýggjað veður – og turt fyri tað mesta. Út á seinnapartin kunnu tó smáir ælingar við sirmi koma vestaneftir. Eftir nátturða verður eitt sindur tættari ímillum ælini.

Hitin í morgin fer at liggja um 4 til 6 stig.