Ein stutt heilsan frá mær, tann seinasta fyrivalið. Hetta fyri at taka samanum tað, sum eg áður havi skrivað, bæði í blaðnumog á netinum, og sum umboðar tað eg standi fyri. Eg havi t. d. havt greinar við yvirskriftini “Kommunan skal lofta teimum, ið koma illafyri,” “Barnaeskju til pinkubørn og foreldur” og aðrar. Harafturat havi egbrúkt slagorðið “Rødd teirra, ið onga rødd hava.” Við øllum hesum meini eg, ateg haldi at tað eru nøkur, ið ikki verða nóg væl hoyrd. Tað hendir nógv íkommununi í løtuni, og nógv av tí hevur við bygging av onkrum slagi at gera. Tívil eg vera røddin hjá teimum, sum ikki verða so væl hoyrd í allari hesibyggingini og framgongdini. Eg hugsi um síður av lívinum, ið hjá nógvum ikkieru so áhugaverdar ella lættar at tosa um. Hetta er tað, eg vil flyta, um tú viltvísa mær tað álit at geva mær tína atkvøðu. Pláss skal vera fyri okkum øllum,uttan mun til kyn, aldur ella heilsustøðu, og vit eru øll líka virðismikil. Egvóni, at tað eru fleiri, ið tora at velja eitt sindur øðrvísi. Gott val.
Vinaliga
GunnváTróndardóttir Joensen – Rødd teirra, ið onga rødd hava
Valevni Javnaðarfloksins
Greinarnar kunnu lesast her: gtjoensen.val.fo




