Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt sindur um fótbóltshagtøl: KÍ uppalt flestar landsliðsleikarar

John William Joensen

Soleiðis sum bruttohópurin hjá Henrikki Larsen sær út í løtuni, er KÍ tað felagið, sum hevur veitt landsliðnum flestu leikararnar.

Nú er sjálvandi “bert” talan um ein bruttohóp og ikki eina endaliga úttøku, men hon visir tó, hvørjir leikarar eru inni í hitanum hjá landsliðsvenjaranum, nú fótbóltsvirksemið í 2005 so smátt er byrjað.
Teir 30 leikararnir, sum nú eru tiknir út í ein bruttohóp, spæla allir í heimligu kappingini. Hesir eru: Janus M. Joensen, Vagnur Mortensen, Kári Nielsen, Rasmus Nolsøe, Tór-Ingar Akselsen, Jákup á Borg, Rókur Jespersen, Bárður Johannesen HB, Bergur Midjord, Ingi Højsted, Fróði Benjaminsen B36, Súni Olsen GÍ, Atli Danielsen, Heðin á Lakjuni, Hjalgrím Elttør, Erling Fles KÍ, Høgni Zachariassen, Hanus Eliasen ÍF, Jonhard Frederiksberg, Pauli Hansen, Arnhold Berg SKÁLA, Jann Ingi Petersen B68, Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen, Bárður Olsen EB/Streymur, Tórður Thomsen, Andy Olsen NSÍ, Símun Samuelsen, Mortan í Hørg, Palli Augustinussen VB.
At HB eigur heilar 8 av leikarunum, sum eru úttiknir hesaferð, sigur sjálvandi nakað um styrkina hjá felagnum í løtuni, hóast felagið síðan kappingarlok 2004 hevur mist týðandi leikarar sum Rógva Jacobsen (til Íslands), Símun Eliasen (til ÍF) og Heðin á Lakjuni (til KÍ).
Um vit hinvegin hyggja at úttøkuni í ljósinum av, hvar úttiknu leikararnir eru uppvaksnir, sær støðan væl øðrvísi út. Myndin verður tá hendan:

KÍ  4 leikarar
– Atli Danielsen, Heðin á Lakjuni, Hjalgrím Elttør og Erling Fles.

HB  4 leikarar
– Janus M. Joensen, Vagnur Mortensen, Rókur Jespersen og Bárður Johannesen.

B36  3 leikarar
– Jákup á Borg, Bergur Midjord og Ingi Højsted.

EB/Streymur  3 leikarar
– Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen og Bárður Olsen.

Skála  3 leikarar
– Jonhard Frederiksberg, Pauli Hansen og Arnhold Berg.

B68  2 leikarar
– Fróði Benjaminsen og Jann Ingi Petersen.

NSÍ  2 leikarar
– Tórður Thomsen og Andy Olsen.

VB  2 leikarar
– Símun Samuelsen og Palli Augustinussen.

ÍF  2 leikarar
– Høgni Zachariassen og Hanus Eliasen.

TB  1 leikara
Rasmus Nolsøe, TB

B71  1 leikara
-Kári Nielsen, B71

FS Vágar  1 leikara
– Tór-Ingar Akselsen, FS Vágar

GÍ  1 leikara
– Súni Olsen, GÍ

Sumba  1 leikara
– Mortan í Hørg, Sumba

Hetta sigur eitt sindur meira um, hvussu nógvar leikarar tey ymisku feløgini í veruleikanum útvega landsliðnum til hesa úttøkuna av heimligum leikarum. Tá eru okkara leikarar í útlondum altso ikki taldir við, og har eigur KÍ ikki so lítlan part heldur, so tá Rógvi Jacobsen, Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen verða lagdir afturat, man neyvan nakað annað fótbóltsfelag standa KÍ kurl í so máta.
Jú, sanniliga hevur KÍ einki at skammast við í føroyskum fótbólti – tvørturímóti!

Harleyfacadeacryl