Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt sjúkrahúsverk á altjóða støði

John William Joensen

Sjúkrahúsverkið er regluliga á framsíðuni í bløðunum ársaka av trupulleikum. Loysnin liggur í fleiri pørtum, men tað mest umráðandi er at menna verkið til altjóða støði

Okkara sjúkrahúsverk hevur í langa tíð gingið aftaná danska heilsuverkinum. Yvirlæknarnir verða útbúnir í Danmark, løntir eftir donskum sáttmála og eftirlitið við verkinum er danskt.

Higartil hevur so verið tann hugburður, at vit taka við donskum royndum og innføra tær í Føroyum nøkur ár seinri.

Tað er annars onki sjúkrahúsverk í heiminum sum arbeiðir á tílíkan hátt. Sjálvt danska sjúkrahúsverkið kundið ikki droymt um, at blint gingið eftir tí svenska. Sjálvt um tað í flestu kanningum hevur staðið seg betri enn tað danska. Nei danska sjúkrahúsverkið heldur seg til altjóða støðið.

Tímin er komin til at føroyska sjúkrahúsverkið mennir seg við altjóða støði sum fyrimynd. Hetta krevur munandi hugburðsbroytingar og átøk, sum tó eru neyðug um vit framyvir kunnu verða errin av okkara sjúkrahúsverki.

Longu nú kunnu vit seta sjøtul á tað verk, sum skal lata hurðarnar upp, so vit kunnu trína út í heim og fáa altjóða útbúgving og gransking til okkara sjúkrahúsverk. Har fakfólk eisini fáa møguleika, at arbeiða í altjóða toymum.

Vit hava fingið nøgdsemiskanning. Men tørvur er eisini á eini dygdarmeting gjørd av altjóða stovni. Vit vilja hava lóg um sjúklingatryggd- og rættindi beinanvegin.

Lat okkum tilsamans byggja eitt sjúkrahúsverk saman við teimum framkomnu londunum í heiminum. Eitt sjúkrahúsverk á altjóða støði, sum vit kunnu vera errin av.

Vinarliga – Jákup Petersen
www.jakupp.fo

www.tjodveldi.fo
valevni hjá Tjóðveldinum til løgtingsvalið