icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt skúlakapittul endar: Verandi skúlabygningur við Ósánna fer í søguna

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Týsdagin í vikuni fullu teir seinastu veggirnir av gamla miðbygninginum í Skúlanum við Ósánna, har nýtt skal byggjast ístaðin.

Samtykt býráðsins um út- og umbyggingar av fólkaskúlanum gerast nú alt meira sjónligar.

Skúlin við Ósánna verður nú útbygdur og grundleggjandi umbygdur, soleiðis at hann í roynd og veru um eina tíð verður ein heilt annar og spildurnýggjur skúli.

Fyrr í heyst vórðu flestu skúlaflokkar fluttir í onnur fyribils skúlahølir, har næmingar og lærarar skulu húsast og virka, meðan útbyggingin fer fram.

Onkrir flokkar hava fingið innivist hinu megin Skúlaveg, í Skúlanum á Ziskatrøð, fleiri halda til sunnast við Skúlaveg, í Gamla Tekniska Skúla, og so eru eisini flokkar, sum eru fluttir niðan á Brekku, í “Skúlan á Brekku”, sum hann fyrr hevur verið nevndur. Hetta er í sama bygningi, sum Verkstaðurin á Brekku heldur til.

Nakrir fáir flokkar hava ikki fyri neyðini at flyta av skúlanum. Hesir hava sínar stovur í tí sunnasta partinum av Ósáskúlanum, sum ikki er fevndur av hesum byggistignum.

Útbyggingin norður úr skúlanum er tann parturin av hesi nýbygging, sum er komin longst, og sum skilst verður hesin parturin liðugur at taka í brúka longu um eitt ár ella so.

Við niðurtøkuni av tí upprunaliga Ósáskúlabygninginum fer ein býarmynd í søguna, soleiðis sum vit hava kent og sæð hana síðan tíðliga í sjeytiárunum, tá ið hesin skúlin av fyrstum varð bygdur.

Eitt kapittul í skúlasøgu Klaksvíkar endar, og um eina tíð tekur eitt nýtt kapittul við, tá ið Símun Petur Hjelm, skúlastjóri, fer at kunna bjóða sínum næmingum og kennarum innar í ein spildurnýggjan Skúla við Ósánna.