Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Eitt sløð av fiski alla staðni

Oliver Joensen

Sunanfyri vóru vit í gjár, tríggir mans í einum fimm manna fari. Meiningin var í veruleikanum at tað skuldi snúgva seg um ein skjótingatúr, nú nógvur svartfulgur hevur verið kring oyggjarnar.

Men veðurtíðindini kring Føroyar frá veðurfrøðingunum í Noregi, Danmark og Íslandi eru sera óalítandi, tí bleiv dagurin ikki tað, vit høvdu roknað við.

Veðurtíðindi

DMi, Belgingur, YR og Theyr vóru samdir um, at hann skuldi ganga úr norðan, niður í vestan og útsynnin og vindurin skuldi minka niður í einki um miðdagsleitið, men so bleiv ikki. Ein følir við monnunum, ið hava tað til arbeiðis, at rógva út kring oyggjarnar og sum skulu liva við so ófulfíggjaðum veðurtíðindum.

Hesa tíðina á árinum, tá útróðurin vanliga er í hæddini, er dagurin sera stuttur og útróðrarfólkið balist fyri tað mesta í myrkri úti á opnum havi. Tá eigur tað mangan at kennast ørkymlandi tá útróðrarformonnum at taka støðu til, um farast skal til útróðrar í kvøld ella ikki, og kanska ikki minni trupult at taka støðu til hvønn veg farast skal.

Tað er tí eftir mínum tykki og vánaligt, at vit sum fiskivinnutjóð ikki megna at seta pening av til eina burðardygga veðurtænastu her á landi. Í Føroya Løgtingi rulla milliónirnar til mangt og hvat, og tær eru nógvar. At renna aftaná fiskivinnuni og játta hundraðtals milliónir til eftirlit við fiskivinnuni, sýnist ikki standa á, ímeðan tað haltar í ólukkumát, tá talan er um at slætta vegir fyri sjóvinnuni, eitt nú við at seta á stovn veðurtænastu í Føroyum.

Fiskur

Roknað var við, at tað fór at bragda hjá útróðrarbátunum, men so hevur ikki verið. Tað sermerkta hevur tó verið, at eitt sløð av fiski hevur verið at fingið at kalla alla staðni kring Føroyar. Størru útróðrarbátarnir hava tó at kalla alt heyst ligið niðanfyri 5000 pund um dagin.

Hjá okkum “frikadellufiskarum” hevur støðan verið tað sama, væl at fingið til tíðir og eitt sløð allastaðni. Men tað sum sermerkti túrin há okkum í gjár var, at ístaðin fyri at bert at fáa stóran fisk. Tað er, fiskur, ið er ov stórur at hanga upp, so var fitt av smáfiski uppi í í gjár, og tað haldi eg boðar frá dámligari fiskagong.

Vit hava verið fleiri túrar við snørinum í summar og í heyst. Á hvørjum túri hevur tað, vit hava fingið verið stórt, men soleiðis var altso ikki í gjár.

Her nakrar myndir frá túrinum. Nú sólin stendur lágt, er ljósspælið hugtakandi.