Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt sólur í skugganum?

John William Joensen

Í seinasta Norðlýsinum nevndi eg tríggjar fortreytir, sum mugu vera væl á veg, tá stórbroytingarnar við Norðoyatunnlinum verða ein realitetur um minni enn tvey ár.

Eg nevndi nýggja miðbýin, nýggja vinnuøkið og nýggju vegaætlanina og í so máta eru vit ikki so illani fyri, tí hesa seinastu setuna hevur býráðið arbeitt seriøst við hesum ætlanum.

Vinna og trivnaður hanga saman
Um vit ynskja at vera til reiðar við einari reellari vinnumenning, tá avgerandi fortreytin við undirsjóvartunnlinum er komin uppá pláss, er tað neyðugt at vit eisini hava ávísar fortreytir innan trivna avgreiddar, um talan skal vera um eina burðardygga vinnumenning.
Um vit hugsa okkum, at áhugin at gera íløgur í Klaksvík økist munandi, tá hesin Føroya næststørsti býur er vorðin ein partur av meginøkinum, stingur tann grundleggjandi spurningurin seg upp: finst tað neyðuga fólkatilfeingið tá í Klaksvík og hava tey teir eftirspurdu førleikarnar?
Júst hetta er orsøkin til, at íløgur í vinnuligar fortreytir mugu hanga saman við íløgur í trivnaðarligar fortreytir. Nøkur dømi sum býráðið arbeiðir við.

Pláss til børnini
Tá sitandi býráðssamgongan skipaði seg í 2000, eydnaðist okkum at fáa politisku skipanina at skilja, at barnaansingarpolitikkur eisini er vinnupolitikkur. Íløgurnar í hetta øki eru síðani tá út móti 10 faldaðar og vit fara at fáa bíðilistan burtur.
Fyri einans 6-8 árum síðani varð hildið, at kommunan ikki hevði ráð til at gera íløgur í barnagarðar.
Tað endaði sjálvandi við, at nógvar familjur fingu óneyðugar trupulleikar við tilveruni sum klaksvíkingar. Fleiri fluttu burtur, har møguleikar vóru hjá báðum foreldrunum at fáa arbeiði. Onnur valdu at hanga í og stríða seg ígjøgnum dagligdagin og vit minnast ta tíðina sum eina vánaliga reklamu fyri okkara bý.
Úrslitið av nýggja ansingarpolitikkinum sóu vit skjótt. Fólkatalið kom í fasta legu og byrjaði at vaksa og longu í 2001 fór kommunan fyri fyrstu ferð upp um 100 mkr. í inntøkum. Hví tað? Jú, alsamt fleiri fólk í bestu árum fingu børnini ansaði og fóru út á arbeiðsmarknaðin, har mangul var á arbeiðsmegi.

Skúlarnir og framtíðin
Grundarsteinurin undir framtíðina verður lagdur í skúlunum.
Hesin boðskapurin er nú skildur og hava vit tí tey seinastu fýra árini verið produktiv á skúlaøkinum. Bæði í sitandi býráði, millum lærarar og í skúlastýrunum, er eydnast at stinga eina nýggja kós fyri menning av skúlunum út í kortið.
Vit hava reelt slept ætlanini um skúla uppi undir Fossum og valt at miðsavna fíggjar- og arbeiðsorkuna um skúlarnar á Ziskatrø og við Ósánna.
Skúlin á Ziskatrø er fyri tað mesta umvældur og fyrstu strikurnar eru gjørdar av eini komandi útbygging, sum skal verða framhaldið av umvælingini.
Á býráðsfundi í vikuni var ein út- og umbyggingarætlan samtykt fyri skúlan við Ósánna og við hesi ætlan koma vit endaliga burturúr ‘fyribilsloysnini’ frá 1974 og fáa ístaðin eina modernaða langtíðarloysn. Vert er at býta merki í, at hendan útbyggingin ikki skapar óneyðugar dupultfunktiónir og ikki er ein forðan fyri møguligum bygnaðarbroytingum innan skúlaverkið í framtíðini.

Áhugaverdir mentannarpallar
Til stórt gagn fyri Klaksvíkina hava fleiri áhugaverd mentanartiltøk sæð dagsins ljós í seinastuni. Nøkur dømi.
Fyrst kann eg nevna, at spurningurin um at gera Norðoyastevnuna betri og størri, nú er á dagsskrá. Vit vita, at tá tað verður koyrandi beinleiðis til Klaksvíkar kann talið av teimum vitjandi veruliga økjast.
NFÍ setti seg tí saman við býráðinum, umsitingini og áhugapersónum at kanna møguleikar fyri, hvussu hendan fyrsta stevnan á árinum kann gerast so áhugaverd og innbjóðandi sum møguligt. Tað hevur týdning, tí við Norðoyastevnuni byrjar ítróttarárið og ferðavinnan fer í gongd og arbeiða vit rætt, kann júst hetta gerast okkara stóri fyrimunur.
Norðari endin í KÍ høllini er umvældur við Kafé KÍ sum einum nýggjum og góðum tilhaldsstaði. Eitt frálíkt og tiltrongt átak, sum hevur økt trivnaðin á ítróttarøkinum.
Summarfestivalurin gjørdist eitt satt gjøgnumbrot fyri Klaksvíkina og er vónandi byrjanin til eina veruliga nýggja býarstevnu, sum kemur at liggja fast í august mánaði. Tá kann Klaksvíkin vera í teirri áhugaverdu støðu, at summarið byrjar og endar – í Klaksvík!
Her er talan um tiltøk, sum fara fram á einum mentannarpalli, sum appelerar til okkum øll, uttan nakrar avmarkingar av nøkrum slagi. At ein slíkur nú veksur seg fram í Klaksvík, fer at gerast býnum eitt stórt aktiv

Trivnaðurin tryggjar vinnuna
Meðan íløgur í vinnuligar fortreytir oftast snúgva seg um fysiskar karmar, so eru íløgur í barnaansing, skúlar og mentan beinleiðis rættaðar móti trivnaðinum og lívsgóðskuni hjá okkum.
Og tað er júst tað, sum vit mugu standa fast við. Tí tað er burðardyggdina í vinnuligu íløgunum vit tryggja, við at gera tilsvarandi íløgur í trivna og lívsgóðsku.
At misskilja vísdómin í hesum og gera stórar íløgur í vegir, havnir og byggningar og forsøma barnaansing, skúla og mentan, er sum at konstruera eitt vakurt sólur, sum tíanverri stendur í skugga.

Vinarliga
Rani Nolsøe
býráðslimur