Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt spælipláss afturat í kommununi: Umsíðir fáa íbúgvarnir á Bumshamri tað leingi væntaða spæliplássið

(
John Færø)

Leingi hevur tað ligið í kortunum hjá býráðnum, uttan at nakað er hent, men nú er spæliplássið millum vegirnar undir Klakki, Hamarssniðið og Garðsenda endiliga í gerð.

Neyvan er tað langt av leið at tað eru 20 ár síðani summi av húsunum undir Klakki, við Garðsenda og á Hamarssniðinum vórðu bygd, og talið av børnum er stórt, sum eru vaksin upp har um vegir. Tí kemur tað óiva teimum væl við, sum búgva har úti á leiðini, at kommunan nú ger álvara av ætlanini um eitt spælipláss.

Grundøkið, sum leingi hevur ligið planerað, er ætlað til endamálið, men av eini ella aðrari orsøk hevur tað drigið út – til nú menn frá kommununi eru farnir í holt við at stoypar garðar uttanum.

Vit løgdu leiðina framvið og tóku eina mynd av spæliplássinum í gerð.

Spennandi verður hjá børnunum (og kanska onkuntíð eisini hjá teimum vaksnu, hvør veit), tá spæliplássið verður liðugt.