Tíðindaskriv – TSF: Føroyar fingu eitt stig í dystinum móti Bulgaria á talvolympiaduni í Aserbadsjan í gjár. Og Helgi Dam Ziska telvaði javnt móti einum av heimsins bestu telvarum.
Dysturin endaði 3-1 til Bulgaria.
Helgi Dam Ziska og John Rødgård telvaðu javnt á ávikavist 1.- og 2. borði, meðan Jóan Hendrik Andreasen og Sjúrður Thorsteinsson taptu á aftaru borðunum. Leingi var líkt til, at talvið á fjórða borði fór eisini at enda javnt, men eftir góðar fimm tímar vann bulgarski stórmeistarin.
Helgi remis móti Topalov
Helgi Dam Ziska syrgdi fyri dagsins bragdi á 1. borði. Eftir góðar fýra tímar og 47 leikir endaði talvið móti Veselin Topalov javnt. Topalov er í løtuni nummar tíggju í heiminum. John Rødgård fekk við svarta fólkinum eisini remis móti øðrum sterkum stórmeistara.
Bulgaria er styrkismett nummar 22 í kappingini – Føroyar nummar 84. Í alt eru 180 lond við í almennu kappingini. Føroyar vunnu í gjár 3-1 á Suðursudan.
Triðja umfar er í dag.




