Í nógv umrødda málinum um aðalstjórastarvið í uttanríkis og vinnumálaráðnum, gjørdi Poul Michelsen greitt at John Rajani var ógegnigur tí hann var systkinabarn Regin á Bakka og Vinnumálaráði umsitur alivinnuna. Hesa tíðina Poul Michelsen hevur verið aðalstjóri í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum hevur Pól Edvard Egholm, verið aðalstjóri. Hann er beiggi Hendrik Egholm, sum er stjóri í oljufelagnum MAGN, sum saman við EFFO hava duopolstøðu á føroyska oljumarknaðinum.
Í nógv umrødda málinum um aðalstjórastarvið í uttanríkis og vinnumálaráðnum, gjørdi Poul Michelsen greitt at John Rajani var ógegnigur tí hann var systkinabarn Regin á Bakka og Vinnumálaráði umsitur alivinnuna. Hesa tíðina Poul Michelsen hevur verið aðalstjóri í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum hevur Pól Edvard Egholm, verið aðalstjóri. Hann er beiggi Hendrik Egholm, sum er stjóri í oljufelagnum MAGN, sum saman við EFFO hava duopolstøðu á føroyska oljumarknaðinum. Harafturat er Kappingarráðið farið í hernað móti oljufeløgunum og Kappingarráðið, eins og kolvetnislóggávan verður umsitið av Vinnumálaráðnum har beiggi stjóran í Magn situr undur liðini á Poul Michelsen.
Tað er neyvan nakað landsstýrið, sum so alment hevur gjørt mun á fólki, alt eftir hvønn man er í familju við og sama landsstýrið skal nú yvirtaka útlendingamál og fáa avgerandi orðið at siga hvør familja fær síni inn í landið ella ikki.
Tað er ótrúligt at løgtingsfólk hava verið so tigandi í hesum málinum, tí tað eru tey sum hava ábyrgd og eftirlit við tí, sum landsstýrið ger.
Tøgnin staðfestir at vit hava eitt løgting, sum dansar til tey løg, sum landsstýrið spælir og tí eru almennu Føroyar á eini álvarsligari vandakós.
Ikki einans sæst alment at munur verður gjørdur á fólki, men baði í miðlunum og í løgtinginum eigur hesin politikkurin sínar stuðlar, sum tigandi og við uttanumtosið góðkenna tað vannvirðisliga, sum er framt í hesum málinum. Hetta leiðir tankarnar aftur til dagarnar har limir í brøðrasamkomuni ikki fingu alment starv, tí grundgevingarnar hjá landstýrinum hava verið minst líka grunnar og skelkandi.




