Nú vit fara um fyrsta ársskiftið, síðan hetta landsstýrið tók við, er tað sjón fyri søgn, at vit hava fingið eitt super-sentralistiskt stýri. Vit vóru ræddir fyri tí, og nú er tað tíverri staðfest, tí higartil hava allar samtyktir og avgerðir borið á hetta sama, einsíðuga borðið.
Dømini eru tíverri fleiri enn tey fáu, vit her hava pláss til at nevna:
Taka frá útjaðaranum … og geva høvuðsstaðnum
Nú ein dagin frættist, at landsstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen, hevur givið sítt samtykki til, at aliumsitingin, sum seinastu 5 árini hevur ligið og virkað væl í Vági, nú verður flutt til Havnar. Vorðið sum samhaldsfastur politikkur at taka frá tí minna býnum fyri at geva tí ovurríka enn meira.
Fíggjarlógin er nú samtykt á løgtingi, og eisini har er tað útjaðarin, sum má bløða fyri at dekka stóra undirskotið. Tað er nevniliga næstan bara útjaðarin, sum skal rinda fleiri 100 mió. kr. eyka í skatti fyri at dekka undirskotið, við tað at tað er uppsjóvar-, ali- og fiskivinnan, sum altso næstan bara finst úti um landið, verður brandskattað við tilfeingis- og tøkugjøldum, umframt hóttanir um uppboðssølu av arbeiðsplássum kring landið.
Og hyggja vit á útreiðslusíðuna av løgtingsfíggjarlógini, er aftur sjón fyri søgn, at tað er høvuðsstaðurin, sum bara fær enn meir:
*Landssjúkrahúsið fær íløgujáttan, meðan Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahús onga nevniverda íløgujáttan fáa
*Kringvarp Føroya, sum bert heldur til í og marknaðarførir høvuðsstaðin, fær eisini eina økta játtan – nú yvir fíggjarlógina
*Eitt kampus, ein býlingur skal nú byggjast til Fróðskaparsetrið í høvuðsstaðnum
Samstundis fer Tórshavnar Havn nú, eftir øllum at døma, í gongd við eina risaíløgu í 100 millióna klassanum við inntøkum, sum útjaðarin hevur skapt við sínum útflutningi. Men heldur ikki her hoyrist nøkur rødd í nýggja landsstýrinum um at bera hesar av órøttum vunnu milliónir til høvuðsstaðin aftur til útjaðaran.
Í seinastu Degi og Viku í 2015 fingu vit eisini staðfest av Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, at vit skulu ikki vænta nakað annað enn sentralisering av hesum stýrinum.
Tá ið hon varð spurd, hvat hon ikki fekk pláss til í fíggjarlógini fyri 2016, sum hon fegin vil brúka pengar uppá, svaraði hon: Meira játtanir til Fróðskaparsetrið í høvuðsstaðnum, meira til eitt Tjóðleikarhús í høvuðsstaðnum og meir til mentan, har vit eisini kenna adressuna – í høvuðsstaðnum.
Jú, sporini eru greið: vit hava fingið eitt super-sentralistiskt stýri, sum tekur frá vinnuni kring landið, og sum býtir útaftur til almennar stovnar í høvuðsstaðnum.
Norðlýsið verður heilt víst ikki arbeiðleyst komandi árini – tað er so púra vist! Spurningurin er hinvegin, hvussu leingi útjaðarin og vinnan yvirliva eitt slíkt stýri!
Norðlýsið




