(Dystarfrásøgn) B36 vann ein fult uppibornan sigur í Gundadali seinnapartin. Teir hvítu vildu tað nógv meira, og tað gav úrslit móti einum KÍ liði, sum hevði ein sera ringan dag og fekk nærum einki at rigga hvørki í verjuspæli ella álopsspæli. KÍ liðið raknaði við seinasta hálva tíman, men tá var ov seint.
Líkindini vóru frálík, tá Kári á Høvdanum setti dystin í gongd frammanfyri stórari áskoðarafjøld. Liðini byrjaðu í áleið tí uppstilling, sum roknast kundi við. Hjá B36 var Andrias Eriksen á høgra bakki, meðan Marko Dusak var á bonkinum hjá KÍ, sum var farið yvir til verjuna frá teimum fyrstu umførunum, tá tað nærum var ómøguligt at skapa mál møguleikar móti KÍ.
B36 vildi vinna
Beinanvegin sást, at B36 vildi tað meira enn KÍ. Um tað vóru dystirnir mitt í vikuni, har KÍ helst hevði ein munandi meira krevjandi dyst enn B36, ið høvdu eina ávirkan skal vera ósagt. Teir hvítu løgdu í øllum førum meira fyri í nærdystunum, men mál møguleikar vóru eingir fyrstu 24 minuttirnar, tá dysturin nærum koyrdi í einari tómgongd. So fekk KÍ hol á nærum burturúr ongum. Jóannes Bjartalíð fekk tilvildarliga ein bóltin og skeyt og umvegis Boris Dosljak endaði bólturin í málinum. Hetta var aðru ferð í ár at Boris skoraði fyri KÍ og aðru ferð í Gundadali. Var talan um dystir fyrr í ár, so var ein slík leiðsla við til at koyra ein tryggan KÍ sigur heim, men soleiðis var ikki í dag. KÍ er farið at lata fleiri mál inn og enntá uppá hornasparksstøður, sum annan dystin á rað góvu mál móti KÍ. Hesaferð var Odmar Færø hægst í aftara økinum og skallaði innfyri til Benjamin Heinesen, sum var sloppin leysur millum fleiri KÍ leikarar og so var 1-1. Næsta málið kom eftir, at B36 leikari sparkaði burtur í verjustøðu, og so rykti eyðsýndi Meinhard E. Olsen seg leysan og bleiv einsamallur við KÍ málverjanum. 2-1 til B36 var hálvleiksstøðan, og tað var væl uppiborið, tí KÍ hevði ongan málmøguleika burtursæð frá málinum, meðan B36 trýsti KÍ langt aftur á vøllin. Serliga B36 miðvøllurin við Magnus H. Jacobsen, Erlendi Magnussen og sera væl upplagda Lukasz Cieslewicz hevði gott tak á dystinum.
Hjalgrím setti lív í KÍ
Í seinna hálvleiki var gongdin tann sama fyrstu løtuna og eftir 8 minuttir lá bólturin aftur í KÍ málinum. B36 kom ímillum langa sending og Meinhard E. Olsen fekk bóltin beint frammanfyri miðjuna. Hann slapp at reka næstan heilt inn í 5-meturin uttan at yvirhøvur skula dribla framvið nøkrum KÍ leikara, sendi innfyri til Kaimar Saag, og so var 3-1 og knappliga hevði KÍ latið tvífalt so nógv mál inn í landskappingini, sum tá dysturin byrjaði. Í 68. minutti kom Hjalgrím Elttør inn fyri KÍ, og tað var sum um at hendan útskifting fekk KÍ liðið at rakna við. Hjalgrím gekk á odda, stríddist nógv, vann bóltar og skapti vandastøður. Tað smittaði á hinar og knappliga byrjaðu teir bláu at vinna flestu nærdystirnar, har teir høvdu verið greitt við undirlutan fyrsta góða tíman. Onkur vandastøða spurdist burturúr og í 74. minutti minkaði Ronni Møller-Iversen um munin við góðum langskoti. KÍ legði trýst á seinasta partin av dystinum og tað nærmasta at javna, tá ein KÍ leikari slapp at skalla innlegg, men royndin fór nærum mitt á málið og gav tí ikki B36 málverjanum Trygva Askham trupulleikar. Hóast trýst og ágangandi spæl, so helt B36 verjan KÍ burtur frá heilt stóru møguleikunum.
KÍ er í einum lítlum niðurtúri
KÍ hevur sostatt bara vunnið ein av seinastu fýra dystunum í lands- og steypakapping. Tað er ein lítil niðurtúrur, sum hevur gjørt, at teir bláu nærum hava mist leiðsluna í kappingini, tí nú eru fýra lið nærum jøvn í toppinum og beint aftanfyri liggja føroyameistararnir, sum eru komandi mótstøðuliðið hjá KÍ. KÍ liðið spælir uttan yvirskot í løtuni og umframt, at ikki vera eins agressivir í nærdystum sum vanligt, so er verjuspælið summar dystir dalað markant í dygd. Dagsins dystur var botnurin av vánaligum verjuspæli, sum fleiri av málunum hjá B36 vísa. Men hóast eina vánaligu viku, so er KÍ framvegis oddalið og hetta var fyrsta tapið í landskappingini, sum kom ímóti B36 eins og tað gjørdi í fjør. Komandi tvey umførini vitja tvey av teimum fimm liðunum, sum í løtuni kappast um FM, í Klaksvík og tá fær KÍ møguleikan at koma aftur á rætt spor. KÍ kemur mest sannlíkt at tapa onkrar dystir, men tá snýr tað seg um at megna at reisa seg skjótt aftur. Tað vilja so komandi dystir í Klaksvík vísa, um tað fer at eydnast. Høvdu KÍ viðhaldsfólk fingið møguleikan at keypt eina úrtøku uppá 19 stig fyri fyrstu 8 umførini, har 6 av dystunum hava verið á útivølli, so høvdu helst øll keypt tann møguleikan undan kappingini.






