Hóast úrslitið í Klaksvík var klárt stutt eftir kl. 10, so var klokkan farin av 11, áðrenn SvF kom við tí, og tí bíðaði Miðflokkurin óneyðuga leingi eftir sínum triðja løgtingslimi.
Hesa ferð var eingin tekniskur trupulleiki í samanteljingunum, hjá Kringvarpinum, og kvøldið í SvF gekk eisini væl við góðari fyriskipan, hollum vertum og ikki minst viðmerkjara, Jóannes Hansen.
Slík kvøld skulu nógv ting ganga upp í eina eind, og tað gjørdi tað eisini í stóran mun hetta valkvøldið.
Tó stendur eftir, at úrslitið úr Klaksvík – eftir at tað fyrilá – hevði ov langa tíð um at náa suður til sjónvarpsvertirnar, sum harvið óneyðuga leingi vóru noyddir at sita og gita eftir besta førimuni.
Sum skilst, so las Karl Johansen, valstýrisformaður í Klaksvík, úrslitið upp stutt eftir kl. 10, og um SvF tá hevði havt áhuga í tí, so kundu bæði vertir, lurtarar og ikki minst flokkarnir verðið spardir fyri óneyðuga seigpíning.
Tað vísti seg nevniliga, at atkvøðubýtið millum flokkarnar í Tórshavn kom fyrr fram í sjónvarpinum enn úrslitið í Klaksvík, og tí var bara úrslitið í Klaksvík eftir, sum kundi flyta nakrar mandatar millum flokkarnar.
Og tað skuldi eisini vísa seg, at úrslitið í Klaksvík gjørdi júst tað, tí ikki fyrr enn ta løtuna varð greitt, at Miðflokkurin fekk sín triðja tinglim, og Javnaðarflokkurin misti sín sjeynda.
Tí var tað óheppið – ikki fyri spenningin, men fyri teir bíðandi flokkarnar og serstakliga Miðflokkin og Javnaðarflokkin – at áhugi sjónvarpsins í úrslitinum í Klaksvík var so lítil, og tað undrar enn meira, tá ein hugsar um, at SvF jú hevði ein persón á staðnum.
Hetta er annars at meta sum ein detalja í einum annars væl eydnaðum valkvøldi í sjónvarpinum, sum vertir og fyriskiparar skulu hava tøkk fyri.




