Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt væl gjøgnumført KÍ avrik í Gundadali

Jákup Ósá

Dystarfrásøgn: Við sannførandi avriki í Gundadali staðfesti KÍ sína oddastøðu í toppinum í Effodeildini.

Eitt væl gjøgnumført KÍ avrik í Gundadali

Tað var ikki nógv á seta fingurin á hjá KÍ, sum fult uppiborið fekk øll stigini móti B36 í Gundadali í gjár.

Í frálíka veðrinum vóru klaksvíkingar komnir mannsterkir til Havnar at stuðla sínum liði, sum undir øllum umstøðum kom at liggja á odda eftir dystin, tí leiðslan var fýra stig. Bygdaskýlið var nærum fullsett eins og ein rúgva av áskoðarum stóðu runt um vøllin. Karmarnir vóru í topp og bæði White Tigers og serliga Bláa Bylgjan settu sín dám á dystin frá byrjan til enda. KÍ var í greiðum meiriluta uttanfyri vøllin og inni á vøllinum settu leikararnir seg eisini á dystin frá byrjan.

KÍ stýrdi Gundadali

Undan dystinum var helst størsti óttin kring KÍ liðið um, hvørja ávirkan steypakappingin fór at hava, har KÍ spældi mikukvøldið, meðan B36 hevði hvílt eina heila viku. KÍ liðið var tó fullmannað og Ahmed Mujdragic var aftur í miðverjuni, meðan Ísak Simonsen var settur á høgra vong. Tveir av mongum leikarum, sum spældu sera sannførandi. Hjá B36 var Oddmar Færø á verjukenda miðvøllinum. KÍ byrjaði dystin nógv betri og fyrsta korterið var eitt støðugt trýst móti B36 málinum. Teir heilt stóru møguleikarnir komu tó ikki, men fleiri heilt góðar støður vóru, har bara seinasta avleveringin manglaði. Einasta støðan, har Lukasz Cieslewicz slapp at vísa seg kom í 24. minutti, tá hann fór um koll eftir nærdyst við Sørmund Kalsø. Men dómarin metti ikki, at talan var um brotsspark, sum kanska eisini hevði verið av bíligari slagnum, og so slapp KÍ við skrekkinum. Tá hálvur tími var leiktur gav KÍ yvirvágin úrslit. Jóannes Bjartalíð slapp væl framvið Hørði Askham og fekk prikað bóltin framvið Oddmar Færø, Ísak Simonsen vann nærdystin móti Gesti B. Dam og fekk prikað hann víðari til Semir Hadzibulic, sum úr 18 metrum smekkaði bóltin í málið og so kókaði millum bláu áskoðarafjøldina. 1-0 til KÍ var hálvleiksstøðan.

Skuldu havt punkterað dystin

Í seinna hálvleiki var gongdin tann sama heilt fram til endan. KÍ stýrdi á meistarligan hátt tí, sum hendi á vøllinum. Í verjupartinum var einki givið burtur og tá KÍ fór í álop, var vandi á ferð og nógvir mans luttóku. Tá 70 minuttir vóru leiktir fekk KÍ sín stóra møguleika at økja til 2-0. Jóannes Bjartalíð spældi Hjalgrím Elttør leysan. Hann sendi innfyri til Páll A. Klettskarð, sum ikki fekk rættuligt skot á, hóast hann stóð púra fríður, og so var lætt hjá Tórði Thomsen at bjarga. Seinasta korterið kom B36 eitt sindur betri við og hevði onkra støðu, har tað var nær við. Størsta møguleikan fekk Oddmar Færø, men skotið úr góðari støðu var vánaligt og so kundi staðfestast, at Kristian Joensen í KÍ málinum ikki hevði brúk fyri at gera eina einastu bjarging av týdningi allan dystin.

Sjáldsama gott avrik í Gundadali

Tá dómarin floytaði dystin av var rómurin í topp millum KÍ áskoðararnar. KÍ hevði við sannførandi avrikið sett meistararnar uppá pláss og tikið enn eitt týðandi fet móti einum góðum úrsliti í ár. Hetta var eitt av fleiri avrikum, ið hava brotið burturúr í mun til seinastu mongu árini. Tí vit skulu nógv ár aftur fyri at finna ein uppibornan KÍ sigur í Gundadali. Har afturat var tað ikki til at síggja, at KÍ hevur leikt fleiri dystir enn B36 seinastu tíðina, har ikki minst dysturin síðsta mikukvøld kundi hugsast at spæla inn. Tað man vera langt ímillum, at B36 skapar so lítið á heimavølli. Hjá KÍ var talan um liðavrik, har eingin datt niður ímillum. Tí ber ikki til at taka leikarar framum aðrar. Hjá B36 vóru tað hinvegin fleiri leikarar, m.a. landsliðsleikarar, sum ikki raktu dagin. Lukasz Cieslewicz er teirra avgerandi leikari, men hann er helst ikki optimalt fyri eftir skaðan, tí eftir góðan tíma bleiv hann útskiftur. KÍ vann seg við sigrinum uppá 35 stig fyri 15 umfør og liggur í einari góðari støðu í oddinum.

Harleyfacadeacryl