Aftur og aftur fara vit á Norðlýsinum at varpa ljós á tað neyðuga í, at vit hava eitt vælvirkandi Klaksvíkar Sjúkrahús, sum ein natúrligan part av lokalsamfelagnum.
Aftur og aftur fara vit á Norðlýsinum at varpa ljós á tað neyðuga í, at vit hava eitt vælvirkandi Klaksvíkar Sjúkrahús, sum ein natúrligan part av lokalsamfelagnum.
Vit skulu til eina og hvørja tíð minna á, at tað var lokalsamfelagið her sjálvt, sum sá tað neyðuga í at vit fingu eitt sjúkrahús í Klaksvík. Tað var lokalsamfelagið sum sjálvt bar kostnaðin av at seta í verk sjúkrahúsið í Klaksvík.
Politikarar, ið nú standa fyri vali skulu eisini vita, at lokalsamfelagið framvegis metir at tað er neyðugt at vit hava eitt vælvirkandi sjúkrahús her í lokalsamfelagnum í landnyrðingsføroyum.
Vit keypa ikki hugsaninar hjá ymiskum læknum um, at vit í Føroyum skulu spesialisera okkum so nógv innan læknavísindina, at tað ikki skal bera til at hava trý sjúkrahús í Føroyum.
Ein av grundgevingunum fyri, at vit bert skulu hava eittans sjúkrahús í Føroyum er orðið ”gransking”.
Føroyingar flestir eru innarlaga í hvar fyriferðst aðrastaðni og vit vita væl, at granskarar aðrastaðni eru komnir langt og at viðgerðir av ymiskum sergreinum aðrastaðni krevja so dýr tól og eru so krevjandi í aðrar mátar, at vit valla nakrantíð gerast kappingarførir innan læknavísindina, tí er alneyðugt hjá okkum at hava samband við londini kring um okkum at fáa bestu viðgerðina av álvarsomum sjúkum.
Tað er ikki yvir at dylja, at vit tíðum hoyra um, at sjúklingar úr Føroyum eru komnir í seinna lagi undir køna hond aðrastaðni tí drálað og kanska eksperimenterað hevur verið her.
Í seinastuni hevur orðið ”gransking” innan læknavísind í Danmark fingið rivur í lakkið, orsakað av at læknar á høvum støði hava brúkt granskingarpengar til dýrt reyðví, dýrar restaurantvitjanir og uttanlandaferðir. Vit siga títt, at vit í føroyum eru eftirbátar, um vit skulu sammeta okkum við danir. Tað hevði tí ikki verið av vegnum at fingið at vita, um nakað eftirlit yvirhøvur er við granskingarpeningi, ið seinastu tíðina hevur verið útgoldin til høgru og vinstru. Sjálvt um hetta kanska ikki hevur tað stóra við okkara læknavísindi at gera.
Fyri at koma aftur til Klaksvíkar Sjúkrahús, so er ongin ivi um, at tað er ”fólksins ynski” at vit hava og í framtíðini skulu hava eitt vælvirkandi sjúkrahús her í landnorðuri.
Væl kann vera at løgmaður hevur rætt í, at politikararnir ikki duga at skipa sjúkrahúsverkið í Føroyum. Men fyri tað skal Kaj Leo ikki skáka sær undan ábyrgd, tí tað er politisk abyrgd at stinga út í kortið, at lurta verður eftir fólksins vilja.
Nú vit bert hava eitt valdømi í Føroyum, er neyðugt at fólkið í lokaløkjunum stendur enn meira saman enn áður, tí tað sæst í sól og mánað, at politikarar lifra fyri høvuðstaðaratkvøðunum fyri at tryggja sær sæti á tingi.
————-
Serblað – Norðlýsið 100 ár (SÍ PDF VIÐ INNBJÓÐING)
Mikudagin 15. apríl verður Norðlýsið borið í hvørt hús í landinum í samband við at Norðlýsið fyllur 100 ár tann 16. apríl.
Evni í blaðnum er Klaksvíkar Sjúkrahús og tann týdning tað hevur í dag og hevur havt fyri borgarar, og hvørjar avbjóðingar sjúkrahúsið nú stendur fyri sum ein partur av tí samlaða føroyska sjúkrahúsverkinum.
Tilfar og lýsingar skulu verða okkum í hendi hósdagin 9. apríl.
NORÐLÝSIÐ – TELEFON 229682




