Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt vatnkríggj av teim allar bestu

Oliver Joensen

Tað var eitt sindur skuffandi ídag, at vit ikki kundu fáa vitjan av Brimli. Men, so tóku vit okkum saman, skal sigast og vit fingu eitt vatnkríggj av teim heilt góðu. Nógv var gjørt burturúr, bæði umborð á bátum og skipum, og ikki minst av landi.

 Vatnkríggið spældi bara væl av ídag. Ein drongur datt á sjógv, men hann varð tikin upp við tað sama, so tað spældi væl av. 

Luttakararnir í vatnkrígnum hugnaðu sær óført. Flestu vóru sera væl ílatin til at taka ímóti nógva vatninum, ið var sprænt út í luftina við vágna ídag. Men sum sæst á myndunum, so høvdu ikki øll rigga seg so ógvuliga væl til hvat klæðum viðvíkur, men eisini tey vóru rivin við, og fleiri illa klødd kastaðu seg út í stríðið.

Væl bar til, tí veðrið var gott og líðka í luftini, so børn, ung og vaksin gjørdust øll sum børn aftur. Stuttligt var at standa og eygleiða. Bátarnir dugdu fyrimyndarliga væl at skipa siglingina og sterku vatnslangurnar á landi vóru væl stýrdar av skilafólki. 

Í dag hava børnini so verið við til fiskikapping, at kasta fløskupostar í fjørðinum og kvøldið hjá teimum endaði við vatnkrígginum. Í kvøld er so tónleikur á skránni á Stongunum, har ymiskir bólkar frá Dávavirkinum vísa síni kynstur. Ímorgin er so stór Sjómannadagurin.

Skráin byrjar kl.09.00 við Listaframsýning og við at stóru seglskipini hittast á Pollinum og seta segl. 

Stóra kaffiborði er kl. 10.00 tá Jákup Vestergaard setir Føroya Sjómannadag.