Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eivind Niclasen er suverenur

(Norðlýsið – Tíðindi)

Eivind Niclasen vann í dag seinasta umfarið av kappingini Poppmeistarin, sum byrjaði í seinnapartsendingini fyrst í februar

Í samband við steypahandanina í dag vitjaði Norðlýsið inni hjá Eivind, júst tá hann hevði vunnið síðsta umfarið av Poppmeistarakappingini. Steypið varð handað av Ólavi Presley.

Eivind sigur, "at eg ikki kann vera annað enn vælnøgdur við endaliga úrslitið, har sigurin hesuferð varð vunnin í síðstu løtu. Harafturat eri eg glaður fyri tær umleið 45 fløgurnar, ið hava ríkað savnið hjá mær síðani februar."
 
Tá ið Kasiono vertirnir fyrr í ár boðaðu frá komandi kappingini var Eivind skjótur at melda seg til. Hetta gjørdi hann eftir nógvar áheitanir frá fólki, ið mettu at hann var stinnur í evninum. Aftaná 16 umfør megnaði Poppmeistarin úr Klaksvík at varðveita sessin í einum spennandi dysti við toftamannin Jón Joensen. Um spurningarnar sigur nýkosni vinnarin av kappingini, at tað hevur verið líka spennandi hvønn mikudag at luttikið: vertirnir hava duga væl at funnið uppá spurningar, sum hava fevnt rættiliga víða. Av somu orsøk hevur úrtøkan verið ymisk, líka frá fýra stigum til fult stigatal, sum er átta. Harafturat hevur hepnið verið við mær, tá javnleikir hava verið.

At enda sigur Eivind, at um nú kappingin verður aftur komandi vetrarskrá, so kundi tað verið spennandi at bjóða honum ella henni av, sum situr í vinnarsessinum til ta tíð.