Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eivør byggir brýr

TUTL Tíðindaskriv

Føroyska tónleikaárið 2015 má longu sigast at vera byrjað við einum braki, og tykist ikki, sum ferðin á útgávunum verður seinkað. Vit telja nú fríggjadag 27. februar 2015, og er talan um enn eina serstaka tónleikaútgávu frá TUTL. Talan er um nýggju útgávuna Bridges hjá Eivør Pálsdóttir.

Eivør, ið má roknast sum eitt hitt størsta føroyska tónleikanavnið nakrantíð, kemur nú heim aftur á klettarnar eftir, at hon saman við Íslendska Symfoniorkestrinum hevur hildið tríggjar útseldar konsertir í Hørpu, har m.a. fimm av løgunum á Bridges vórðu frumframførd. Í Føroyum fer hon at fyrireika seg til mánaðarlanga konsertferð í Týsklandi í sambandi við útgávuna av Bridges á evropeiska marknaðinum. Sum liður í fyrireikingunum til hesa konsertferð verður eksklusiv miniútgávukonsert í Tøting í Gøtu mikukvøldið, 4. mars, kl. 20.

Bridges er tøk sum LP-, CD- og talgild útgáva. Í hesum sambandi verður somuleiðis eitt lítið útgávutiltak í TUTL handlinum á Kára Horni, nú fríggjadagin 27. februar frá kl. 16 til kl. 18, har Eivør í tveimum umførum fer at spæla nøkur løg, og har til ber at ogna sær eitt eintak av nýggju útgávuni eins og at fáa hesa signeraða.

Heitið Bridges eins og tekstirnir á nýggju útgávuni hava persónligan týdning. Nýggju løgini eru øll skrivað ávegis á konsertferð kring knøttin, og hava brýrnar – bæði tær millum støð eins og tær millum okkum sum menniskju – verið afturvendandi eitt evni, hugleiðir Eivør.

“Tað hava verið tvey spennandi og hendingarík ár. Eg elskaði at gera hesa plátuna. Vanliga seti eg ávísa tíð av til at skriva løg og tekstir, men fleiri av nýggju sangunum komu til mín, meðan eg var á konsertferð við seinastu útgávuni. Typiskt fekk eg eitt hugskot um dagin, ið eg síðani arbeiddi víðari upp á um kvøldið í hotellrúminum, har eg altíð røkki eftir einum gittara ella ljómborði,” greiðir Eivør frá.

Løgini eru tó øll upptikin í Studio Bloch í Tórshavn, tí hóast ferðast verður kring heimin, so verður Føroyar altíð verandi tað staðið, ið ein kemur aftur til, staðfestir Eivør.

“Tað er staðið, ið eg sakni, tá ið eg ferðist, eins og staðið eg rými frá, tá ið ferðahugurin ger um seg. Mær dámar væl at skriva, tá ið eg eri burturi, tí tú sært tingini frá einum øðrum sjónarhorni. Tú sært kanska ávísar sannleikar, ið tú ikki sært, tá ið tú ert mitt í tí heila. Fyri meg er hendan plátan er full av kærleiksváttanum.”

Stílurin er sonevndur ‘folktronica,’ har meiri traditionell løg við sangskrivaraelementum og streingjaljóðførum verða blandað saman við eksperimenterandi rytmum, ið allar byrjaðu sum ljóðupptøkur av røddini hjá Eivør og eyðkendu hondtrummu hennara. Tilsamans myndar hetta eitt forkunnugt miks av fólka- og elektroniskum tónleiki, sum Eivør hevur framleitt í samstarvi við Trónda Bogason og Høgna Lisberg. Í henda mun er Bridges ein víðarimenning av stílinum, sum Eivør tók upp á seinastu útgávuni, Room, frá 2012.

Eftir mánaðarlongu evropeisku konsertferðina í mars verður kósin aftur sett ímóti Føroyum í apríl mánaði, tá ið Eivør heldur størri útgávukonsertir í Reinsarínum í Havn.



Harleywoodpaint