Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eivør byrjar konsertferð í annaðkvøld

Tíðindaskriv

Mentanarhúsið, Hóskvøldið 27 februar kl. 20:00

Sum fyrireiking til konsertferð í Europa, hevur Eivør við bólki seinastu dagarnar verið á venjingarlegu í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Konsertferðin verður skotin í gongd við konsert í Mentanarhúsinum í annaðkvøld, har Eivør fer á pall saman við Mikael Blak, Per Ingvaldi Højgaard Petersen og Mattiasi Kapnas.

Eivør er júst í gongd við at innspæla nýggja fløgu, ið kemur út tíðliga í heyst. Ivaleyst sleppa vit at fáa ein lítlan forsmakk av spennandi nýggja tilfarinum, ið Eivør arbeiðir við.

Konsertferðin endar við einum braki av eini konsert í Salt í Suðuroy tann 2. mai.

Men byrjar sum sagt, í annaðkvøld kl. 20 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Nøkur pláss eru enn eftir til hesa serstøku konsert. Lesið meir á www.mh.fo