Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eivør Pálsdóttir í Leikalund

John William Joensen

Í morgin (mikudagin) kl. 15 verður høvið at hoyra Eivør Pálsdóttir syngja nakrar sangir í Leikalund úti í gomlu Klaksvíkini.

Høvið verður samstundis at heilsað upp á kendu føroysku songkvinnuna, sum fyri stuttum hevur givið nýggja fløgu út.
Sølan av nýggju fløguni gongur sera væl og longu nú er sølan farinum upp um 6000 stk..
Edvard Fuglø sigur at orðsokin til at teir í Leikalund hava fingið Eivør á vitjan, er fyri at skapa jólahugnað.
– Vit hava skipað fyri fleiri bókatiltøkum, men nú vilja vit eisini gera okkurt fyri tónleikin og samstundis skapað jólahugnað.