Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

el-in gjørdist ársins handil

Helgi Abrahamsen

Á stóru Formland messuni, sum var í Herning í døgunum 17. – 20. august, varð lampuhandilin el-in í Klaksvík valdur til ársins handil.

Á stóru Formland messuni, sum var í Herning í døgunum 17. – 20. august, varð lampuhandilin el-in í Klaksvík valdur til ársins handil.

· Framúr góð tænasta og serstakur blíðskapur til tey vitjandi

· Altíð væl fyrireikaði starvsfólk, sum koma á messurnar (og tað sæst aftur í breiða og góða úrvalinum í handlinum).

· Dirvi at royna nakað nýskapandi og harvið at ganga á odda við tí nýggjasta.

· Um mann í Danmark skuldi gjørt leiðsluskeið fyri lampuhandlar, so skuldi fyrsti fyrilestrarhaldarin komið úr Klaksvík.

Tað vóru nakrar av grundgevingunum fyri, at lampuhandilin el-in í Klaksvík fór avstað við sigrinum, tá “Dansk Belysning” á stóru Formland messuni í Herning, valdi ársins lampuhandil.

Hilmar Danielsen, stjóri í el-in, sigur seg ikki vita, hvussu nógvir lampuhandlar eru tilsamans í Danmark, Føroyum og Grønlandi, men tað munnu verða nógvir hundrað, metir hann.

“Grundgevingarnar kendust sera fjálgandi, og tá tað so eisini varð sagt, at danskir handlar høvdu nógv at læra av el-in, so kundu vit ikki annað enn kenna ein stoltleika yvir føgru orðini,” sigur hann.

Kom óvart á

Umboðini frá el-in høvdu á messuni fingið at vita, at teirra handil var ímillum nomineraðu handlarnar, men vónirnar um at vinna vóru ikki stórar.

“Vit trúðu ikki uppá at vit høvdu nakran møguleika, men vit máttu sjálvsagt vera har til handanina, so gleðin var stór, tá tað gjørdist greitt, at vit høvdu vunnið henda stóra heiðurin,” sigur Hilmar Danielsen, stjóri í el-in.

“Vit eru í eini ketu sum eitur el-salg, og har vóru teir rættiliga stoltir av heiðrinum,” sigur hann.

Tá Hilmar Danielsen tók ímóti heiðurslønini nevndi hann í takkarrøðuni, at Elin Danielsen, sum hevur lagt navn til handilin og Mathilda Johannesen, sum hevur arbeitt í el-in í 16 ár, eiga við sínum órtoyttiliga arbeiði størstu æruna fyri henda heiðurin.

Millum størstu messur innan sítt øki í Skandinavia

Um Formland messuna kann sigast, at hon er ein tann størsta innan sítt øki í Skandinavia. Messan er tvær ferðir um árið. Á vári verður tað nýggjasta til vár og summar víst fram, og í august eru tað vørurnar til heystið og veturin ið eru á skránni. Dansk Belysning, sum el-in er partur av, er bara við í august, tá lampurnar til vetrarhálvuna skulu vísast fram.

Í juli mánaði vóru 25 ár liðin síðani arbeiðið byrjaði á verkstaðnum hjá el-in, og mánadagin vóru 24 ár síðani handilin lat upp.

20 fólk arbeiða hjá el-in, harav 4 eru í handlinum, 14 á verkstaðnum og 2 á skrivstovuni.