Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

EL-IN – nýtt búmerki

Oliver Joensen

Í samband við at EL-IN flytur í nýggj stásilig høli 22. apríl verður nógv gjørt burturúr í fyritøkuni.

EL-IN  – nýtt búmerki
 
 
Í samband við at EL-IN flytur í nýggj stásilig høli 22. apríl verður nógv gjørt burturúr í fyritøkuni. Vøruúrvalið verður nógv størri, umstøðurnar hjá verkstaðnum og arbeiðsfólki verða heilt ørðvísi og betri, og skuldi hetta givið møguleikar fyri munandi betri tænastu til viðskiftafólkini.
Nakað av tí mest spennandi er, at Louis Poulsen Lighting hevur góðtikið handilin til at verða umboð fyri PH-lampurnar og aðrar lampur hjá teimum. Hetta merkir at, heimskendu lampurnar hjá Arne Jacobsen, Louise Campbell og Poul Henningsen verða at finna í EL-IN, har møguleiki er við egnum eygum at síggja stílin, góðskuna og ávirkanina sum ljós á hesum støði hevur á nærumhvørvið. Avtalan við LP ber eisini í sær, at starvsfólkið hjá EL-IN javnan fær undirvísing um, hvussu tú velur besta ljósið til júst tín tørv.
Sjálvt um EL-IN bert hevur 15 ár á baki, so má sigast at hetta er ein nýggj byrjan, og hetta kemur eisini at síggjast í gerandisdegnum, við tað at  EL-IN hevur fingið eitt nýtt búmerki, sum vísir at meira ferð er komin á. Í handlinum verður búmerki flætta saman við búmerkinum hjá EL-SALG sum er ketan, har vit keypa stóran part av vørum okkara. Við EL-SALG eru vit limir í einum av størstu útbjóðarum í Europa og eru tí sera væl fyri í kappingini um prís. Harafturat hevur EL-SALG sum aðalmerki, at tænastan skal verða í hásæti, og hetta passar sera væl inn í stílin hjá EL-IN, og tí er tað við stoltleika, at vit vísa fram nýggja búmerki okkara sum tekin um kappingarføri, tænastu og góðsku.