Eftir samráðingar í eina tíð er nú avgjørt, at EL-IN keypir hvítvørufyritøkuna NHT.
NHT er kent fyri snøggar hvítvørur, serliga til innbygning og hetta passar væl inn í framtíðarmálið hjá EL-IN, har dentur skal leggjast á at hava størri úrval av hvítvørum. EL-IN fyrireikar bygging av nýggjum handilshølum uppi við Borðoyarvík og hetta kemur at vaksa munandi um úrvalið, eisini í hvítvørum. Eftir samanleggingina verður EL-IN einasti hvítvøruhandil í Norðoyggjum, sum eisini bjóðar umvæling av hvítvørunum. Verkstaðarparturin verður sostatt eisini styrktur, og okkara mál er at veita eina góða og trygga tænastu bæði innan sølu og umvæling.
NHT hevur útsølu á klaksvíksvegnum og hendan verður framvegis opin seinnapartar 13.30-17.30. Í samband við samanleggingina verða nógv góð tilboð bæði hjá NHT og EL-IN frá mikudegnum 26 oktober. Tilboðini eru at síggja í bløðunum ella á heimasíðu okkara www.el-in.fo




