Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

El-skipanin hjá Kl. Havn ikki nøktandi

Oddbjørn Vágslíð

Áheitan á Tummas Lervig, formann í havnarnevnd hjá Klaksvíkar kommunu, um dagføring av el-skipan hjá Klaksvíkar havn, so henda el-skipan líkur krøv, sum SEV setur í dag.

Sum orðafelli sigur ”Tá fjalli ikki vil koma til Muhamed, má Muhamed koma til fjalli”, og tað gerið eg við at seta hesa grein í Norðlýsið, og greiða frá tí syndarligu støðu el-skipan hjá Klaksvíkar havn er í, vegna ára langa misrøkt og onki viðlíkahald, tí ongin peningur verður settur av til dagføring av el-skipan, so landstreymur kann veitast við bryggjukant, til skip.

Eg havið nú í mong ár gjørt Hera M.Hammer, býarverkfrøðing og teknisku umsiting hjá Klaksvíkar kommunu vart við, at el-skipan hjá Klaksvíkar havn treingir til dagføringar og ábøtur, og at neyðugt er at avseta pening til hetta.

Skriva og tosa hevur verði til Gunnvá við Keldu, Steinbjørn O.Jacobsen, borgarstjórar, Atli Justinussen, Ólvu Klettskarð og Tummas Lervig, formenn í havnarnevnd. Hera M. Hammer býarverkfrøðing, Johan við Neyst deildarleiðara fyri el. Meinhard Petersen, havnarstjóra og Palli Ziskasson deildarleiðara fyri Klaksvíkar havn, uttan so mikið sum at fáa eitt svar aftur, hvat Klaksvíkar kommuna ætlan at gerða, við at fáa el-skipan hjá Klaksvíkar havn dagførdar, so hon heldur tey krøv sum SEV setur í dag til tílíkar el-skipan.

Nú fari eg at seta hetta í Norðlýsið, so borgarar í Klaksvík, sjálvir kunnu meta um hvussi vanaligur standurin er, og hvat hetta kemur at kosta, aftana órøkt í fleiri ár.

Í 1981 gjørdi eg el-projektið til nýggju Bryggju á Vestursíðu. Tá fekk henda nýggja el-skipan hjá Klaksvíkar havn nógv rósandi orð frá Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðingur, og frá Kristian Jensen, Landsbyggifelagið, sum tann mest framkomna og slóðbrótandi el-skipan til bryggju í Føroyum. Har vóru el-hús á bryggju, so ein kundi standa tryggur inn í regni, stormi og kavaroki, og seta landstreym til skip.

Ein el-rørskipan við 10 stk. el-rørum og trekkibrunnum bleiv gjørd, so ikki var neyðugt at græva alt øki upp, hvørja ferð ein nýggjur el-kaðal skuldi leggjast til bryggjuna.

Út til bryggjukant vóru gjørdar spaltirenna við ø 160 mm røri, til at framføra el-kaðlar í, frá skipi til el-hús. Tí verri blivu hesar spaltirennur ikki gjørdar, sum eg vildi hava tað at verða, tað bleiv ein bíligari loysn valgd, sum bleiv gjørd. Tá ið Klaksvíkar havn seinri fekk sær ein stóran kajkran og aftur seinri ein kajtrukk til transport av frystibingju o.a, hildu hesar spaltirennur ikki, og fullu tí saman. Onki bleiv gjørt fyri at umvæla og styrkja um hesar spaltirennur, tað bleiv bara lagt asfalt út yvir alla bryggjuna, sum hevði betongdekk.

Síðan hevur tað bert gingið niður á bakka, tí tað verða ikki gjørdar ábøtur, á el-skipan hjá Klaksvíkar havn, við tí úrsliti at onki skip fær sær landstreym, tí el-kaðlar verða oylagdir av teimun høru trukk hjólunum, sum koyra eftir bryggju.

Tummas Lervig eg fari her í Norðlýsinum at gjøgnumgenga el-skipan á teimum ymisku bryggjunum hjá Klaksvíkar havn, og vísa á, har sum tað treingja til ábøtur og dagføringar, so el-skipanin svarar til krøv sum SEV setur í dag.

Pkt.1. Norðhavn í Ánunum, 180 m uppíbyggjan í norðara enda. Nær ferð Klaksvíkar kommuna at seta pening av til at fáa eina el-skipan í hetta nýggja bryggjuøki, gerða betong el-hús, seta upp 2 stk gittarmastrar við projektørum. Heildar el-projekti fyri el-kraft, belýsning og el-rørskipan bleiv gjørt í 2008, og sent til Klaksvíkar kommunu og Klaksvíkar havn.

Pkt.2. Bryggja á Kósini. Nær ferð Klaksvíkar komuna at seta pening av til dagføringa av el-skipan til bryggjuna. Skifta norðaru Kabeldon el-høvuðstalvu, so hon svarar til krøv sum SEV setur í dag. Renovera 4 stk el-kraftalvur í træskápi á bryggju, og seta tær í betong el-skap. Gerða el-brunnar úti við bryggjukant, nú asfalt er lagt yvir alla bryggjuna. Gerða el-rørskipan við el-trekkibrunnum í bryggju. Heildar el-projekt fyri el-kraft, belýsning og el-rørskipan, bleiv gjørt í 2007, og sent til Klaksvíkar kommunu og Klaksvíkar havn.

Pkt.3. Bryggja á Stongunum. Nær ferð Klaksvíkar kommuna at seta pening av til el-skipan í bryggju. Skifta Kabeldon el-høvuðstalvu, so hon svarar til krøv, sum SEV setur í dag. Og byrja uppá eina nýggja el-rørskipan við el-trekkibrunnun. Heildar el-projekt fyri el-kraft, belýsning og el-rørskipan, bleiv gjørt í 2004, og send Klaksvíkar kommunu og Klaksvíkar havn.

Pkt.4. Bryggja á Vestursíðu. Nær ferð Klaksvíkar kommuna at seta pening av til el-hús og nýggja Kabeldon el-høvuðstalvu, so hon svarar til krøv, sum SEV setir í dag. Skipa fyri og gerða el-brunnar úti við bryggjukant. Onki el-projekt er gjørt yvir nýggja el-høvustalvu. Í 2004 bleiv el-projekt gjørt yvir el-brunnar við bryggjukant, og send Klaksvíkar kommunu og Klaksvíkar havn. Her er bert ein lítil partur gjørdur.

Pkt.5. Stórabryggja. Nær ferð Klaksvíkar kommuna at seta pening av til nýggja el-høvuðstalvu, so hon svarar til krøv, sum SEV setur í dag. Onki el-projekt er gjørt yvir nýggja el-høvustalvu.

Pkt.6. Bátahavn við Borðoyarvík. Her er neyðugt við einari dagføring av allari el-skipan hjá Klaksvíkar havn, har størsta taki verður at gerða eina el-rørskipan við el-trekkibrunnun, yvir alt øki, sum er blivið stórt, nú tað er víðka suðureftir.

Onki heildar el-projekt yvir el-kraft, belýsning og el-rørskipan er fyri øki.

Tummas Lervig, sum tygum síggja so er hetta ikki so lítið, sum skal gerast við el-skipan hjá Klaksvíkar havn, eftir at verða afturútsiglt í fleiri ár av teknisku umsiting, so hon aftur heldur tey krøv, sum SEV setur í dag. Og at skip aftur kunnu fáa landstreym við bryggjukantin.

Hetta kemur at kosta milliónir av krónum, at fáa dagført el-skipan hjá Klaksvíkar havn, upp á tað støði hon var í 1981. Sum við øllum stórum bitum, sum skulu svølgjast, so ber til at skera teir í smáar bitar, og fáa teir avgreiddar.

Og vil eg tí her í Norðlýsinum heita á tygum, sum formaður í havnanevnd, tann nýggja tekniska stjóra Óla Jákup Bech, og Jógvan Skorheim, borgarstjóra, í Klaksvíkar kommunu, um at skipa so fyri, at fáa avsett 1 millión kr. pr. ár, sum verður oyramerkt til ”dagføring av el-skipan hjá Klaksvíkar havn”, so koma vit á mál, um nøkur ár.

Tað sum fekk meg at skriva hesar reglur, er tann hugburður, sum leiðslan í teknisku umsiting hjá Klaksvíkar kommunu og politikarar hava, tú skal ikki sum fákmaður koma og fortelja teimum nakað, og ringast av øllum tú fært ikki eitt aftursvar, um tú dittar tær at skriva til teir, um hesi viðurskifti, tað valdar bara ein drepandi tøgn.

Og at eg síggi í Norðlýsinum at tygum ætla at fara undir at umvæla gamla bygningin hjá Klaksvíkar Hermetik. (bollafabrikkin í fólkamunni). Vinarliga skipa so fyri at verandi Kabeldon el-høvuðstalva, sum er til Bryggju á Stongunum, og stendur upp ímóti hesum bygningi, og sum ikki líkur krøv sum SEV í dag setir til el-skipan, at hon verður skift út, og byrjað verður uppá eina el-rørskipan við norðara enda á bryggjuni. El-projektið bleiv gjørt í 2004, t.v.s fyri 13 árum síðani, so tað skuldi verið íligið nú.

Fyrrverandi el-ráðgevið hjá Klaksvíkar kommunu.

Oddbjørn Vágslíð.