Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

El-Teknik byggir virkisbygning í Leirvík

Helgi Abrahamsen

Í gjár varð byrjað at grava út fyri einum virkisbygningi á vinnuøkinum á ferjuleguni í Leirvík.

Í gjár varð byrjað at grava út fyri einum virkisbygningi á vinnuøkinum á ferjuleguni í Leirvík. Tað er fyritøkan El-Teknik, sum er farin undir at byggja ein 300m2 virkisbygning, ið skal húsa teirra verkstaði, goymslu og skrivstovu.

“Eftir ætlan skal virkisbygningurin verða liðugur í ár,” sigur Jakku Tróndheim, stjóri í El-Teknik, við heimasíðuna hjá Eysturkommunu.

El-fyritøkan hevur sítt høvuðssæti í Leirvík og hevur eini 15 fólk í starvi. Umframt nógvar smærri el-uppgávur ger El-Teknik el-arbeiði í nýggja bygninginum hjá Bakkafrosti á Glyvrum í samstarvi við felagið Elektrikkarar. Harumframt eru teir við at gera el-arbeiðið til nýggju smoltstøðina hjá Marine Harvest á Hellunum.

Entreprenørfelagið Kreton í Norðragøtu stendur fyri útgrevstrinum til nýggja virkisbygningin, og KBH skal gera bygningin.

Harleywoodpaint