Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Elddópur hjá Jacqson á Summar Festivalinum

Jákup Ósá

– Vit gardera okkum, tí vit vita ikki, hvat vit kunnu vænta av sølu á Summar Festivalinum, nú hetta er fyrstu ferð, at vit hava opið, sigur Lindi Gardar, sum er dagligur leiðari í Café/Barr Jacqson, sum liggur beint við Summar Festival økið.

– Vit gardera okkum, tí vit vita ikki, hvat vit kunnu vænta av sølu á Summar Festivalinum, nú hetta er fyrstu ferð, at vit hava opið, sigur Lindi Gardar, sum er dagligur leiðari í Café/barr Jacqson, sum liggur beint við Summar Festival økið.

Jacqson er nýggj café/barr, sum hevur havt opið í fleiri vikur á Klaksvíksvegnum í Klaksvík. Lindi Gardar er dagligur leiðari í Jacqson, og hann letur væl at.

– Vit kundu ikki ynskt eina betri byrjan. Her hevur verið nógv fólk á vitjan. Í grundini hevur tað gingið nógv betri, enn vit høvdu væntað. Fólk hava eisini givið sera jaligar afturmeldingar, har fólk eitt nú eru yvirraskað av, hvussu tað sær út inni í Jacqson, sigur Lindi Gardar.

– Her er sjálvandi nógv mest fólk fríggjakvøld og leygarkvøld. Tá er sum oftast nærum fult hús ella væl yvir 100 fólk. Gjøgnum vikuna er meira ójavnt, og tað koyrir líka sum í stimum. Eftir arbeiðstíð – kl. 16.00 – ella har áleið byrjar fólkið at koma og tá kann vera nógv fólk til tíðir, sigur hann.

Opna útibarr á Summar Festivalinum

Hetta er sostatt fyrstu ferð, at Jacqson er opið á Summar Festivalinum, og tað eyðkennir eisini fyrireikingarnar, sigur dagligi leiðarin.

– Tað hevur verið eitt sindur hektiskt hjá okkum. Vit vita ikki, hvussu nógv vit skulu keypa inn, so vit hava ”garderað” okkum. Eisini hava vit broytt matskrá. Og sum nakað nýtt, so fara vit at hava barr uttanfyri. Hon kemur at vera beint sunnanfyri húsið. Millum Jacqson og Posthúsið. Og so vera sitipláss uttanfyri, har vit hava keypt eyka sitiútgerð til Summar Festivalin, sigur Lindi Gardar.

Annars leggur Lindi afturat, at tað verður ikki livandi tónleikur í Jacqson á Summar Festivalinum, tí vit vænta, at fólk fáa nokk av tí inni á økinum og kanska meir hava brúk fyri friði við bakgrundstónleiki, tá tey koma inn her, sigur Lindi Gardar.