Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eldrabólkurin í Norðoyggjum: Hugnakvøld fyri eldri í Skálanum

John William Joensen

Mikukvøldið 1. oktober, fer Áhugabólkurin fyri eldri í Norðoyggjum at skipa fyri einum tiltaki í Skálanum

Mikukvøldið 1. oktober, fer Áhugabólkurin fyri eldri í Norðoyggjum at skipa fyri einum tiltaki í Skálanum, her millum annað verður felagssangur(gomul kend løg), harmonika, upplestur og annað gott.
Eisini fer Dansihugni at luttaka. Sjálvandi verður eisini ábit at fáa.
Frá Áhugabólkinum frætta vit, at tað eru liðin 5 ár síðani ár teirra eldru og at bólkurin hevur hildið lív í eldraárinum líka síðani.
Tiltakið í Skálanum er ókeypis. Til ber hetta kvøldið, at ogna sær bókina "Søgan um Ellisheimið", ið Freydis Poulsen hevur skrivað og sum Áhugabólkurin hevur givið út. Bókin kostar 100 krónur.