Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eldraráðið í Klaksvík tikið stig til virkisbólkar

John William Joensen

Ein av hesum virkisbólkum leggur seg eftir at veita ymiskar umsorganartænastur til eldri borgarar í kommununi. Tænastur, sum hugsa verður um eru til dømis.: At fáa vitjan av og á, hjálp til smærri uppgávur, at fáa lisið bløðini, ganga túr, syngja sangir o.s.fr.

Talan er um sjálvboðið arbeiði, sum er til heimabúgvandi eins og tey sum búgva á røktarheimum og sambýlum.

Virkisbókurin hevur ein tekningarlista til tey, sum eru áhugaði. Tekningarlistin fæst frá heimahjálpini ella við at venda sær til Mariu Olsen, forkvinnu í Eldraráðnum, telf. 282171.