Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eldrarøktin í undantaksstøðu

Tíðindaskriv

Í kvøld klokkan 19.30 skipar Eldramálið fyri almennum fundi í kantinuni í Løkshøll um støðuna í eldrarøktini. Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt

Í kvøld klokkan 19.30 skipar Eldramálið fyri almennum fundi í kantinuni í Løkshøll um støðuna í eldrarøktini. Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt

Tíðindaskriv 24. juni 2013

Í løtuni er at kalla undantaksstøða í eldrarøktini. Starvsfólkini mugu renna skjótari og skjótari, tey eldru eru ørkymlað og tey avvarðandi hjálparleys.

Alt hetta verður varpað ljós á í Løkshøll í kvøld, har Eldramálið skipar fyri almennum fundi.

Skráin fyri fundin:

1 Rúna Sivertsen bjóðar vælkomin og tosar sum avvarðandi hjá heimabúgvandi

2. Johild Finnsson, starvsfólk á Heiminum á Mýrunum

3. Olga Magnussen, avvarðandi hjá eldri við minnisbreki

4. Elin á Torkilsheyggi, stýrisforkvinna, lesur upp mótmælisskriv.

5. Tóra Tórgarð, avvarðandi, um hvussu hon sær støðuna hjá starvsfólkunum

Orðaskifti

Torkil Skála, nevndarlimur, byrjar orðaskiftið.

Eftir fundin verður ein drekkamuður at fáa.

Á fundinum verður eisini møguleiki at tekna seg sum lim í felagnum. Fólk kunnu eisini skriva til eldramal@gmail.com

Fundurin verður í kantinuni í Løkshøll kl. 19.30. Eldramálið heitir á øll við hjarta fyri eldrarøktini um at møta á fundinum.

Vegna Eldramálið

Rúna Sivertsen, forkvinna. Hanne-Dot Ludvig, næstforkvinna, Betzy Ludvig, skrivari, Tóra Tórgarð, Mary Antonsdóttir, Kirstin Simonsen og Torkil Skála.