Gifta dóttrina burtur við treytum?
Gifta dóttrina burtur við treytum?
Tunt er tað blóð, sum ikki er tjykkri enn vatn. Øll vita, at soleiðis er tað. Nærri tey eldru eru við síni egnu, størri verður umsorgin fyri teimum.
Nú er avgjørt, at ábyrgdin av eldrarøktini skal flytast frá landsmyndugleikunum til kommunurnar. Øll vilja teimum gomlu alt tað besta, eisini landsmyndugleikarnir. Men ongastaðni er umsorgin so stór fyri teimum gomlu sum í nærumhvørvi teirra, og tí liggur ábyrgdin fyri røktini best har.
Ábyrgdin eigur at verða flutt út sum skjótast, og tann peningur, sum landið hevur nýtt til endamálið, skal fylgja við. Og avgjørt ongar treytir av nøkrum slag.
Mangt kann gerast øðrvísi, og lítið er at ivast í, at røktin verður betri enn undir verandi skipan, og kostnaðurin munandi minni. Pláss má vera fyri fjølbroytni. Hvørt øki eigur sjálvandi at skipa seg, sum tað heldur vera skilabest: seta so nógv starvsfólk, sum tey halda tørv vera á og avgera, hvørji førleikakrøv skulu setast til starvsfólkini.
Tað er ikki vist, at alt verður gjørt á júst sama hátt í Sumba og í Fuglafirði. Um sumbingar og fuglfirðingar eru nøgdir, skulu so onnur leggja seg út í tað?
Alt bendir á, at hesar hugsjónir ikki sampakka væl við tað, sum tey hugsa úti í landsstýrinum. Tí tað ljóðar, at áðrenn nakað verður lagt út til kommunurnar, skal landið í kunngerð áseta neyvt, hvussu “støðið” skal vera, hvussu nógv størv skulu normerast fyri hvørt búfólk, hvørja útbúgving starvsfólkini skulu hava osfr, osfr.
Hetta hevur heilt vist við sær, at raksturin kann bara verða dýrari, enn hann hevur verið undir landinum. Á henda hátt hevur tað als onga meining at flyta ábyrgdarøki til kommunurnar.
Hetta minnir ikki sørt um foreldrini, sum giftu dóttrina burtur, men løgdu hesar treytir við:
– maðurin kundi ikki fara í song við dóttrini uttan skrivligt loyvi frá pápa hennara í hvørjum einstøkum føri
– hvørja ferð pápin gav loyvi, skuldi mamman vera hjástødd í hjúnakamarinum til tess at tryggja, at alt fór rætt fram.




