Eldrabólkurin hevur sent soljóðandi skriv til landsstýrisfólk og fólkavaldu umboðini úr Norðoyggjum:
Fyrst er at siga, at tað hevur frøtt "Eldrabólkin" almikið, at vit her í Klaksvík hava fingið sett skjøtil á bygging av bæði "Eldrasambýli" og "eldraíbúðum" til borgarar okkara
Tó má ásannast, at vit í eldrabólkinum við miklum harmi og stórari undran hava verið noydd at fylgja við teirri ófatiligu og syrgiligu lagnu, sum eldrasambýlið við Kráarbrekku hevur fingið, har tað nú hevur staðið búgvið á triðja mánaði til at taka fólk inn, men einki hendir vegna umsitingarligar tvørleikar frá landsmyndugleikunum, har tað fyrst snúði seg um at fáa sett leiðara, og tá tað starvið við tógvið stríð langt um leingið var greitt, so gjørdist orrusta um, antin slíkt starv skal vera yvirhøvur. Hvat verður tað næsta stríðsmálið?
Meðan alt hetta fer fram, mugu eldri og gomul, ið hava sera átrokandi tørv á at sleppa inn, bíða uttan at fáa nakra veruliga frágreiðing.
Eftir okkara tykki, so er tað alneyðugt, at setur verður serstakur leiðari við ábyrgd fyri eldrasambýlinum, og sum eigur at umboða áhugamálini hjá teimum búfólkum, ið har fara at vera.
Samstundis fara vit at heita staðiliga á allar góðar kreftir um at gera alt, ið gerast kann til tess at fáa Eldrasambýlið latið upp fyri borgarunum alt fyri eitt, havandi í huga tann øðiliga tørvin, ið er á økinum, og sum so mong lyfti um ábøtur hava verið givin um frá politiskari síðu í nógv ár.
Brævið er undirskrivað av bólkinum 18. februar av:
Maria Klein, húsmóðir, Gerda Absalonsen, vinnurekandi, Amalia Hansen, vinnurekandi, Kala Lómaklett, sjúkrahjálpari, Rannvá Isaksen, sjúkrahjálpari og Ragna Djurhuus, sjúkrarøktarfrøðingur.




