Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eldrasamkoma í Betesda, í morgin, fríggjadagin kl. 15-17

Tíðindaskriv

Komandi fríggjadag 25. november kl. 15 verður seinasta Eldrasamkoma í Betesda í ár.

Hesferð verður tað Jóannes Hansen, sum fer at siga frá, hvussu tað var at vaksa upp og vera ungur í Klaksvík í fimti og seksti árunum og inn í sjeyti árini. Hann fer eitt nú at siga frá minnum úr útróðrarheiminum og grannalagnum á Heygum, heimasamkomuni, og hvat tað var, ið eyðkendi tey, sum tá vóru við til at mynda heimstaðin. Hetta verður

ein frásøgn um hvussu tað var at fara úr útróðrarheimi og út í heim.

Sum vanligt verður felassangur, hugnaprát og nú fara jólini at nærkast, so tað verður helst gjørt eitt sindur meiri burturúr einum drekkamunni.

Øll eru vælkomin.

Harleywoodpaint