– forvitnislig vitjan frá LOGOS HOPE
Komandi fríggjadag 24. apríl kl. 15 til 17 verður eldrasamkoma aftur í Betesda.
Umframt felagssang, hugnaligt prát og kaffi, verður eisini spennandi vitjan frá OM- skipinum LOGOS HOPE.
LOGOS HOPE er, sum fleiri ferðir hevur verið frammi, gamla NORRØNA, men tað sigst, at skipið næstan ikki er at kenna aftur, nú stór broyting í innrætting er framd og eisini nógvar umvælingar eru gjørdar umborð seinastu fýra árini.
LOGOS HOPE, kemur á Klaksvík hóskvøldið kl. 18, har móttøka verður. Skipið verður liggjandi til sunnukvøldið kl. 23.
Við skipinum eru um 350 fólk, seliga yngri, men eisini nøkur eldri. Hesi eru frá ikki færri enn 45 londum.
Nøkur av hesum vitja Eldrasamkomuna í Betesda kl. 15 komandi fríggjadag.




