Komandi fríggjadag 15. mai, verður seinasta Eldrasamkoma í Betesda áðrenn summarsteðgin.
Hesaferð verður busstúrur gjørdur norður til Viðareiðis at vitja samkomuna í Saron.
Farið verður frá Betesda kl. 14 og kostnaðurin er 50 kr. fyri hvønn.
Norðuri á Viðareiði verður hugni, ein kaffimuður, felagssangur og ein frágreiðing um samkomuna á staðnum.
Fráferðin verður frá Betesda kl. 14.00
Øll eru vælkomin!




