Enn einaferð heitti landsnevndin fyri eldrafeløgini á landsstýrið um at fáa sín nattúrliga lut í donsku veddingarpengunum, eins og eldrafeløgini fáa í Danmark. Hetta snýr seg um part av tí vinningi, ið danir lata Føroyum fyri ymisk spøl, sum eisini føroyingar javnan luttaka í. Mesti peningurin fer sum skilst til ítrótt og ÍSF. Hetta ynski frá teimum eldru var púra óvæntað enn einaferð sýtt teimum.
Samstundis var málið um lendi til golfvøll á Glyvursnesi til 2. viðgerð á tingi. Einaferð enn hoyrdu vit ávísar løgtingslimir endurtaka, at golfvøllur er ein fyritreyt fyri, at vit kunnu fáa oyggjaleikir til Føroya, hóast føroyingar langt síðan hava gjøgnumskoðað, at hetta er ikki satt, men bert ein “smartur” leikur frá víðgongdum lobbyistum í Havn, har ÍSF eisini sigst hava keypt sær atgongd til tíðindasendingar í KvF.
Kanska er sannleikin heldur, at golfvøllur er ein fyritreyt fyri, at søkt verður um at fáa leikirnar til landið, ella ein bílig roynd at pressa landskassan at gjalda. Okkum vitandi er einasta fyritreyt, oyggjaleikanevndin setur, at landið bjóðar fram eina ítróttargrein afturat. Hóast einki verður nevnt um golfvøll, so er tað væl skiljandi, at Havnin ynskir sær ein slíkan.
Undir viðgerðini í tinginum kom fram, at andstøðan metti lógaruppskotið fara at kosta umleið 10 milj. kr., sum føroyski skattgjaldarin skuldi gjalda, fyri at Tórshavnar Kommuna kundi byggja golfvøllin har. Harafturat metti framsøgufólkið hjá Tjóðveldi fyriliggjandi broytingaruppskot at vera lógarjuks , við tað at landsmyndugleikin kom at gera seg inn á aldargamla rættarskipan hjá føroyskum festarum, og tað kundi lættliga fara at skapa fyridømi fyri aðrar kommunur ella onnur, ið vildu ogna sær góðan haga til okkurt átak, bert tað kann sigast at vera almentgagnligt. Rættast mundi vera at kalla málið tað, sum tað í veruleikanum var. Helst var ætlanin hjá landsstýrinum eisini at broyta lógina, eftir at lendið var fingið uppá pláss, helt Bjørt Samuelsen. Hóast tjóðveldið ikki tók undir við uppskotinum, varð tað kortini samtykt við 19 atkvøðum fyri og 10 ímóti. Málið fór víðari og var, uttan broyting, samtykt við 3. viðgerð.
Hesi dømi saman við dagligum skerjingum á eldraøkinum eru klokkuklár signalir um, at pensionistar ikki hava, og ikki heldur skulu vænta sær, líka góðar sømdir í Føroyum sum í Danmark, har fólkapensjón og sømdartilboð liggja á væl hægri støði enn her á landi.
Ófrættatíðindi hótta dagliga tey eldru við, at fólkapensjónin hvørvur heilt, í morgin sum annan dag. Tey gomlu munnu kenna seg óynskt í egnum landi, meðan myndugleikin eftir øllum at døma er til reiðar at tamba lógina í ólukkumát fyri at tekkjast heilt øðrvísi klientelli.
Líkt er til, at tey ráðandi fara at fylgja ráðunum hjá “serfrøðinginum,” sum í fyrilestri um “vakstrarálit” sítt, heitti á politikararnar um “Ikki at lata seg freista til at nýta pening uppá pensionistar, sjálvt um teir nú eru ein politiskur maktfaktorur í samfelagnum”.




