Myndarøð og kunning frá eldinum á Klaksvíkar Sleipistøð.
Eldur er í á Klaksvíkar Sleipistøð, sum myndin vísir.
Sera nógvur roykur er at síggja, men enn vita vit ikki, hvussu umfatandi eldurin er. Men at síggja til er talan um stóran eld. Vit hava meir um hetta seinni.
17.49: Talan er um eld í bygninginum, har málingin er standandi á Klaksvíkar Sleipistøð. Roykurin er ógvusligur og frá staðnum frætta vit, at tamarhald er ikki á støðuni í løtuni.
Norðlýsið hevur fólk á staðnum, har vit fáa kunning og myndir leypandi.




