Fyrrapartin var boða frá eldsbruna í Dáanum í Klaksvík. Sløkkiliðið kom skjótt á staðið.
Eldurin kyknaði í fýrrúminum har eisini vaskimaskinur og tíðlíkt standa. Sjálvur eldskaðin var ikki stórur, men nógvur roykur stóðst av eldinum og roknað verður við at tað fara at ganga nakrir dagar áðrenn fólk kunnu búgva har aftur.
Tað er enn ikki staðfest hvør orsøkin til eldin var.




