Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eldur í fabrikstrolaranum Athenu

John William Joensen

Í tíðindaskrivi frá Ocan Group Faroes Ltd. verður sagt at manningin hevur tað gott og at tamarhald er á eldinum

TÍÐINDASKRIV

Eingin av manningini fekk skaða, tá ið eldsbruni var staðfestur umborð á fabrikstrolaranum Athenu. Eldurin kyknaði har frammi í skipinum mikudagin 4. juli uml. kl. 14 føroyska tíð. Nakað av royki var teir fyrstu tímarnar, men uml. kl 19.00 var eingin roykur at síggja, eftur at alt var skalkað til. Trygdarmanningin á Athenu er umborð og hevur eftir øllum at døma tamarhald á støðuni.

Restin av manningini bleiv av trygdarávum flutt av Athenu yvir á Poseidon. Manningin telur 104, harav 2 føroyingar.

Athena fór uml. Kl. 22.00 at sigla við egnari megi til nærmastu havn i Chile. Poesidon fylgir Athenu til tey møta hjálparskipinum, ið chilenska verjan sendur út ímóti teimum.

Ocean Group Faroes Ltd.

Harleywoodpaint