Fyri løtu síðani fóru sløkkiliðsbilar, politi og sjúkrabilur út á Skarðhamar. Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari, sigur, at tað var eldur í eini gravkúgv í stóð í grótbrotinum nakað sunnanfyri tts-bygningarnar. Gravkúgvin fekk sum vera man stóran skaða, men mansskaði hendi ongin.




