Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eldur í sethúsum á Viðareiði ímorgun

Oliver Joensen

John Viðbjørg var heppin, at hann vaknaði um fimmtíðina ímorgun og kendi royk.

Politistøðin í Klaksvík sigur, at um Kl. 05.45 fingu teir fráboðan um at eldur var í einum sethúsum á Viðareiði. Vit fóru beinanvegin norður, men tá stóð alt í ljósum loga. John Viðbjørg, ið eigur húsini og sum var einsamallur inni sigur, at hann vaknaðu um fimm tíðina ímorgun av at hann luktaði royk.
Tá hann fór inn í køkin, sá hann, at eitthvørt var áfatt á komfýrinum og sá eitt sindur av eldi. Hann fór síðani niður í kjallaran at finna sær eitthvørt at breiða útyvir at køva eldin við.
Ímeðan hann er í kjallaranum, brestir hurðin upp trappurnar upp og nógvur roykur kemur niður. Har var onki hjá honum at gera uttan at fara út og inn til ein granna at ringja eftir hjálp.
Politiið sigur, at helst hevur eldurin á komfýrinum ligið og ulma frá kvøldinum og brúkt alla iltina inni í húsunum og tá so hurðarnar niður í kjallaran fara upp og nýggj luft kemur inn hevur eldurin eksploderað.
Húsini eru sera illa farin.