Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eldur í ……………….umhvørvinum!

John William Joensen

Skuldi luttaka í orðaskifti á Rás2 um umhvørvið, eldur komi í Norðskálatunnilin, og har sat eg, innisperra í Eysturoynni tað heila kvøld.

Og nú vit tosa um eld, so herja skógareldar kring knøttin og tað gerst alsamt týðiligari at veðurlagsbroytingar eru ávegis í heiminum.

Rakar hetta okkum? Ja, í stóran mun, og tí eiga vit at traðka til og taka altjóða ábyrgd í umhvørvismálum.

Føroyar slóðarar á umhvørvisøkinum.
Hetta gera vit við at:
· Fremja í verki løgtingssamtyktina um Kyoto frumskjalið
· Í samstarvi við aðrar tjóðir at seta ein havgranskingardepil á stovn
· Bjóða Føroyar fram sum royndarøki fyri varandi orku, og nýta vatn, vind og aldu orku sum høvuðs menningarøki.
· Gerast virkin partur í BALI ætlanini fram móti ST veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn í 2009, har CO2 útlátið eftir 2012 verður ásett.
· Taka lut í altjóða fundum við okkara kunnleika til veðurlag og úrslitum innan havgransking, m.a. í sokallaða Grønlands orðaskiftinum um innlandsísin og hvussu hann bráðnar, sum vera á sumri 2008 og á sumri 2009. ( hetta er partur av BALI ætlanini)

Tiltøk at seta í verk heima í Føroyum.
Heima í Føroyum skulu ítøkilig stig takast á umhvørvisøkinum m.a. :
· Uppskotið um umhvørvisverndarlóg setast í gildi beinan vegin
· Seta umhvørvisavgjøld á orkukrevjandi nýtslu, so sum bensin, olju o.a.
· Upplýsingarátøk um orkusparing og stuðul til menning av orkusparandi tøkni
· Krøv um bjálving og orkusparandi tilfar til alla bygging
· Revsing fyri umhvørvisdálking, bæði á sjógvi og á landi

Haldi tíðin er búgvin at fara frá at tosa um umhvørvið, til eisini at tora og vilja handla umhvørvinum, okkum sjálvum og børnum okkara til frama. Tað er tað einasta sum eftir mínum tykki er virðiligt.

X við E
Heidi P

Les meira á www.tjodveldi.fo/heidi

Harleywoodpaint