Eldurin kyknaði í talvurúminum í goymslurúminum. Fólk verða evakueraði, tí farligur ammoniakroykur ger um seg
Eldurin kyknaði í talvurúminum í goymslurúminum. Fólk verða evakueraði, tí farligur ammoniakroykur ger um seg
Virkið Varðin á Tvøroyri er rakt av herviligum eldi í løtuni. Sum skilst, kyknaði eldurin í talvurúminum har sum goymslan er.
Kringvarpið hevur lisið ávaringar á enskum, tí nógvir útlendingar eru á Tvøroyri. Smyril hevur eisini útsett sína ferðslu. Fólk, sum búgva tætt við Varðan og liggja har sum roykurin ferðast, eru evakueraði til miðnámsskúlan í Hovi
Norðlýsið fylgir málinum
Myndina hevur Rudi Nielsen Bruhn tikið.




