Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eldurin sløktur og tamarhald er á støðuni

John William Joensen

Klokkan 0900 fekk MRCC Tórshavn boð um at eldurin var sløktur umborð á íslendska farmaskipinum Godafoss. Skipið heldur nú leiðina fram ímóti Íslandi. Skipini, sum vóru ávegis móti Godafoss hava nú fingið boð at venda við aftur.

Eldurin sløktur umborð á Godafoss

Klokkan 0900 fekk MRCC Tórshavn boð um at eldurin var sløktur umborð á íslendska farmaskipinum Godafoss. Skipið heldur nú leiðina fram ímóti Íslandi. Skipini, sum vóru ávegis móti Godafoss hava nú fingið boð at venda við aftur.

MRCC Tórshavn

—–

Klokkan 04:25 í morgun fekk MRCC Tórshavn boð frá JRCC í Íslandi, um at eldur var í íslendska farmaskipinum Godafoss, sum var inni í føroyskum sjóøki ávegis til Íslands. Men júst nú verður boðað frá at eldurin er sløktur og menn royna nú at køla økið har eldur hevur verið

Godafoss er staddur einar 75 fjórðingar vestan fyri Mykines á pos 62º22N 010º17V. Eldur er í skorsteininum og roynt verður at sløkkja. Veðrið er útsynningur 17-20 m/s við tungari aldu. Eitt annað íslendskt farmaskip Arnafell er nærhendis og væntast at vera á staðnum um ein tíma. Íslendski bjargingarflúgvarin er farin úr Íslandi, Brimil og Tjaldrið eru bæði á veg, og roknað verður við, at Brimil verður á staðnum einaferð eftir klokkan 13 og Tjaldrið nakað seinni. Føroyska tyrlan er klár at fara og tvær íslendskar tyrlur standa klárar í Hornafirði.

Veðurvánirnar á staðnum eru ikki nakað serligar. Útsynningur 15-20 m/s við ælingi og aldan væntast at fara upp í 6 metrar.

Manningin á Godafoss er 16 og sum sagt hava allir tað gott og tamarhald er á støðuni, tó eru skip framvegis á veg til hjálpar, og sum skilst er tann parturin ikki avblástur enn.