Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Elefantpiruettir

John William Joensen

LEIÐARIN: Við óstortligu framferð síni hevur Edmund Joensen enn einaferð sýnt seg sum eitt slóðbrótandi klombur.

LEIÐARIN, Norðlýsið:

Í seinastu oddagrein ávaraðu vit ímóti tí ódámliga ráki, ið komið er í politikkin, at ávísir politikarar eru sinnaðir at fara langt fyri at profilera og branda seg sjálvar. Hetta fyribrygdið var medvirkandi til at forkoma undanfarnu samgongum, og vístu vit á, at vandamikla, egoistiska tráanin spøkir aftur í ABC samgonguni. Stutt var løtan, til vit enn einaferð gjørdust vitni til, at heldur ikki í stjórnarberandi løgmansflokkinum halda fólkavaldu seg aftur í so máta.

Edmund Joensen, løgtings- og fólkatingsmaður, man serliga vera kendur fyri populistisku royndir sínar, sum táverandi løgtingsformaður, at gera landið til eitt valdømi. Hetta arbeiði eydnaðist honum sum kunnugt bert við hjálp frá andstøðuni á tingi og einari samdari miðstaðarpressu. Leiðandi andstøðuflokkurin, tjóðveldi, læt t.d. 5 av sínum 7 atkvøðum til endamálið. Vit meta framvegis, eins og fremstu serfrøðingar, broytingina sum frálíðir fara at verða til óbótaligan skaða fyri økini úti um landið.

Hinvegin eru vit ikki kløkkir av seinastu profilerings piruettunum hjá Edmundi, sum tykjast at hava skelkað politiska umhvørvið, eftir fjølmiðlarokinum at døma. Vit høvdu næstan væntað, at hesin aldrandi politikarin aftur fór at gera vart við seg og sín persón, eftir drúgva tíð mestsum í dvala at hava livað eina almenna skuggatilveru. Hesa ferð er pallurin Brussel og risastóra evnið einki minni enn føroyskur ES limaskapur.

Samgonguskjalið tosar um nýggjan europapolitikk, og landsstýrið er samt um bæði at kanna møguleikarnar fyri EFTA limaskapi, fyri at røkka teim 4 frælsunum í ES og fyri at kanna hvørjar treytir eru fyri at gerast partur av ES. At Sambandsflokkurin er mest sinnaður fyri at kanna møguleikarnar fyri ES limaskapi er eingin loyna, og er kanska serliga væl skiljandi, nú Ísland tykist nærkast felagsskapinum. Tí er einki forgjørt í, at fólkatingsumboðið leitar sær á óformellan fund við ES kommiserin Olli Rehn. Uttan iva hevur Edmund fingið eitt gott prát við kommiserin, sum júst er maðurin, ið arbeiðir við ábyrgdarøkinum at víðka og vaksa um ES. Uttan iva er almenna frágreiðingin frá fundinum eisini á góðari leið, og sum fólkatingsmaður hevur hann, eins og onnur, sjálvsagdan rætt til at halda tíðindafund fyri áhugaðum.

Trupulleikin er bara, at Edmund Joensen við sínum ego-brandingarlyndi og solo-piruettum er sum ein elefantur í postalínshandli. Eftir kommiserfundin er øll framferðin skeiv og átaluverd. Hann setur løgmann í skuggan og ignorerar løgtingsmeiralutan, løgtingsins uttanlandsnevnd og landsstýrismannin í uttanríkismálum við framferð síni. Tá sambandsflokkurin og løgmaður verða vavd uppí stigtakanina til ein kunnandi tíðindafund um eitt so stórt og viðkvæmt evni sum føroyskan ES limaskap, má roknast við reaktiónum, og tað var júst tað, sum hendi. Slík framferð kann skaða egnan flokk og í hesum føri eisini løgmansembæti. Harumframt er veruliga talan um óheppin og provokerandi signal bæði til heimliga umhvørvið og til útheimin.

Hinvegin má staðfestast, at andstøðan roynir at sláa platt av málinum. Tá andstøðuleiðarin heitir á fjølmiðlarnar at "eftirkanna tíðindini"er talan um reint bluff, tí úrslitið er sjálvsagt givið frammanundan. Olli Rehn hevur ikki heimild at geva Edmund ella føroyingum lyfti ella bindandi tilsøgnir um nakað sum helst. Tað er heldur ikki tað, málið snýr seg um. Talan er eftir øllum at døma um diskretar, áhugaverdar ábendingar. Tá Kringvarpið síðani verður róst til skýggja fyri kritiskan journalistik og sum einasti miðil at hava avdúkað "ósannindini", verður vassað ov langt út. Kringvarpið hevur í hesum máli neyvan avdúkað annað enn egnan naivitet.

ES leiðslan hvørki kann ella vil geva bindandi tilsøgnir um nakað sum helst, áðrenn fyrireikandi fundir eru byrjaðir við møguligum limaskapi fyri eygað. Her heima liggur slík samráðingarheimild bert hjá landsstýrinum. Kann vera, at ábendingarnar eru "slóðbrótandi tíðindi", og givið er, at vit skulu kunnast og kjakast um møguleikarnar, men við óstortligu framferð síni hevur Edmund Joensen enn einaferð sýnt seg sum eitt slóðbrótandi klombur.