Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Elektroniskt umsóknarblað fyri fyrstu ferð

Danial Viðoy

Hetta er fyrstu ferð, at søkjast kann inn á Setrið á elektroniskum umsóknarblaði.

TÍÐINDASKRIV FRÁ SETRINUM:

Hetta er fyrstu ferð, at søkjast kann inn á Setrið á elektroniskum umsóknarblaði.

Kl. 12 í gjár varð tendrað fyri elektroniskum umsóknarblað á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetri Føroya. Hetta er fyrstu ferð, at tey, ið ætla sær at lesa á Setrinum, hava møguleika at søkja beinleiðis á teldutøkum umsóknarblaði, ið ikki skal skrivast út.

– Hetta er ein sjálvsagdur liður í at nýmótansgera Setrið, sigur Jørgen Meitilberg, fyrisitingarstjóri á Setrinum.

Hann vísir á, at talið av lesandi er vaksandi, og tað setur størri krøv til fyrisitingina.

– Nú umsóknirnar verða elektroniskar, so fara vit í stóran mun at sleppa undan pappíri, og tað verður eisini nógv ómakaleysari og skjótari at viðgera umsóknirnar, sigur fyrisitingarstjórin.

Í fyrsta umfari eru elektroniskar umsóknir til tey, ið søkja inn eftir kvotu 2, har umsóknarfreistin er 15. apríl. Jørgen Meitilberg upplýsir, at fyrsta dagin verða elektronisku umsóknirnar til kvotu 1 eisini tøkar.

Tað verður kortini framvegis møguligt at senda pappírsumsóknir inn til Setrið hjá teimum, sum heldur vilja tað, ella sum av einihvørjari orsøk ikki hava umstøður at senda elektroniska umsókn.

 https://upptoka.setur.fo/