-SEV søkir eftir elektrikara, elinnleggjara ella líknandi til Sundsverkið
Saknar tú spenning?
SEV søkir eftir elektrikara, elinnleggjara ella líknandi til Sundsverkið.
Á Sundsverkinum er eitt starv sum elektrikari, elinnleggjari ella líknandi leyst at søkja.
Talan er um eitt spennandi starv við góðum møguleikum fyri bæði fakligari og persónligari menning.
Tú fer at seta tíni fingramerkir á arbeiðini, ið skulu gerast.
Á deildini starvast í løtuni 3 verkfrøðingar og 4 elmontørar.
Tínar arbeiðsuppgávur verða millum annað:
• at vera við í dagliga viðlíkahaldinum av eltekniska útbúnaðinum og
SRO skipanini á verkinum
• innlegging og íverksetan av elinnleggingum og stýringum.
• at verða við at finna feilir sum koma á elútbúnaðin og bøta um hesar
Tú:
• er útbúgvin elektrikari, elinnleggjari ella tilsvarandi
• dugir at arbeiða við SRO- og PLC skipanum, instrumentering og kalibrering av transmittarum
• dugir at arbeiða við stýringum og lykladiagrammum
• kennir til elinnleggingar og veitingaranlegg (SB6)
• dugir at arbeiða við teldu á vanligum støði
• dugir at samskifta á donskum og enskum
Vit ganga út frá, at tú er fleksibul og kann arbeiða uttanfyri vanliga arbeiðstíð, tá ið brúk er fyri tí.
Sjálvandi er tú fyrikomandi og lættur at arbeiða saman við.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum SEV og avvarðandi yrkisfelag.
Er hetta nakað, ið hevur tín áhuga, skal tú senda eina umsókn við prógvum til:
Elfelagið SEV
Landavegur 92
Postsmoga 319
110 Tórshavn
í seinasta lagi 21. apríl 2008.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Terja Nielsen, deildarverkfrøðing á 346800.
———-
SEV er grundað á eina samhaldsfasta, fólkaræðisliga skipan, har tann vinningur, sum fæst burtur úr elsøluni, verður í høvuðsheitum nýttur til framtíðar útbyggingar av framleiðslueindum og elkervinum. Á tann hátt verður vinningurin øllum Føroya fólki at gagni, og útbyggingar kunnu fara fram, so hvørt samfelagið mennist, og streymtørvurin økist. SEV hevur eina veitingarskyldu, sum áleggur felagnum at veita øllum borgarum, virkjum, stovnum o.s.fr. støðugan streym alt samdøgrið. SEV hevur sostatt bæði góðsku- og kervisábyrgdina í Føroyum. Starvsfólk hjá SEV verða útbúgvin og førleikament sambært lógarkrøvum til trygd og annað. Vitanin verður áhaldandi viðlíkahildin við bæði innanhýsis undirvísing og skeiðum og eftirútbúgvingum annars.
Sundsverkið er størsta elverkið í Føroyum við einum mátti uppá umleið 45MW. Á verkinum eru 5 motorar. Tveir teir størstu av hesum standa í løtuni fyri eini stórari eltekniskari dagføring, og er tað ætlanin at tann, ið settur verður, eisini fer at seta seg inn í hesa nýggju framkomnu SRO-stýriskipan. Talan er í høvuðsheitum um útskiftan av láspenningstalvum, alarmskipan, last- og spenningsregulatorum, pumpustýringum og yvirskipaðu stýriskipanina. Eisini verður onnur útgerð á Sundsverkinum tengd at somu skipan, soleiðis at tað framyvir verður ein yvirskipað stýriskipan fyri alt elverkið á Sundi. Á Sundsverkinum verður annars arbeitt við Siemens S7, ABB 800xA, Profibus osv.




